Fýra ára føðingardagur

ABC landsstýrið, sum í morgin leggur frá sær, tók við 3. februar 2004 Í dag eru tað fýra ár síðani, at landsstýrið við manning úr Javnaðarflokkinum, Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum tók við. Í morgin verður hetta landsstýrið avloyst av landsstýri, sum fer at hava manning úr Javnaðarflokkinum, Tjóðveldinum og Miðflokkinum.

Í landsstýrinum, sum tók við í dag fyri fýra árum síðani, vóru Jóannes Eidesgaard, Hans Pauli Strøm, Bjarni Djurholm, Jógvan á Lakjuni, Jógvan við Keldu, Bárður Nielsen og Jóhan Dahl.

Fleiri útskiftingar hava verið framdar. Bjørn Kalsø loysti Jóhan Dahl av 25. februar 2004, Jacob Vestergaard loysti Jógvan við Keldu av 1. desember 2005, Magni Laksáfoss loysti Bárð Nielsen av 15. mai 2007, og Heðin Zachariasen loysti Jacob Vestergaard av 23. november 2007.

Teir, sum hava sitið í landsstýrinum alla tíðina, eru Jóannes Eidesgaard, Hans Pauli Strøm, Bjarni Djurholm og Jógvan á Lakjuni.

Í morgin fara Bjarni Djurholm og Jógvan á Lakjuni úr landsstýrinum, meðan Jóannes Eidesgaard og Hans Pauli Strøm verða partar av nýggja CEH landsstýrinum.