Fiskivinna
Hósdagin landaði Fiskavirking á Tvøroyri djúpvatnstrolaran, Steintór, og seinni sama dag skuldu tey eisini landa línuskipið, Hoyvíking. Steintór hevði sløk 90.000 pund, harav sløk 40.000 pund var kongafiskur. Hoyvíkingur hevði eisini umleið 90.000 pund, harav ein partur av veiðini var brosma. Hvørji hini fiskasløgini vóru, var ikki greitt, tá ið vit frættu av Tvøroyri fyrrapartin í gjár.
Ymisk virkir keyptu fiskin hjá Steintóri og Hoyvíkingi.
Í dag landar Vesturskin á Tvøroyri, men tá ið vit frættu, visti tey ikki, hvussu nógv trolarin hevur inni.
Sum skilst, keypir Fiskavirking veiðina hjá Vesturskini.
Tíðliga í vikuni landaði eisini djúpvatnstrolarin, Rankin, á Tvøroyri. Tey høvdu ikki tølini við hondina, tá ið vit frættu, men Fiskavirking á Tvøroyri keypti meginpartin av veiðini.
Uppí einir 30 útróðrarbátar rógva út og avreiða á Tvøroyri, tá ið viðrar ? og seinastu dagarnar hevur hann yvirhøvur ligið við góðum veðri.
Útróðrarbátarnir fáa nakað av fiski, skilst.
Í Suðuroy eru tvær landingarmiðstøðir, og her kemur allur fiskurin í Suðuroy uppá land. Hesar eru Fiskavirking á Tvøroyri og Fiskamarknaður Føroya í Vági.