ÍF reisti seg úr øskuni

ÍF venjarin Albert Ellefsen rósar sínum spælarum fyri framúr moral, og KÍ veteranurin Atli Danielsen heldur ikki, at hann og liðfelagarnir vóru leikliga omaná, hóast teir vóru frammanfyri 3-0

ÍF - KÍ 3-3 (0-2)

Tey, sum seinnapartin í gjár vóru eygnavitni til undir­haldandi uppgerðina í Fløtu­gerði millum ÍF og KÍ, fingu gott høvi at fáa staðfest, um blóðtrýst og hjartarútmur eru á einari leið.
Tað er sjáldan, at 90 min­uttir eru so hendingar­ríkir og skiftandi, sum tað var í 3-3 uppgerðini. Tá ið Ransin N. Djurhuus hevði bríklsað fyri síðstu ferð, kendist svarið ikki liggja raðið fyri, um tað nú var heimaliðið, sum hevði vunnið eitt stig og gestirnir, sum høvdu tapt tvey stig, ella um tað var heimaliðið, sum hevði tapt tvey stig.
Orsøkin var eyðsýnd. KÍ økti um leiðsluna til 2-0 dygst undan hvíldini, og lítla løtu seinni var støðan 3-0 til klaksvíkingar. Harvið kundi tað tykjast, at talan fór at verða um greiðan KÍ sigur, men soleiðis tørnaði tað ikki út:
– Hóast vit vóru aftanfyri við tveimum málum, so var eg væl nøgdur við leikliga av­rikið hjá okkara monnum í 1. hálvleiki. Tað segði eg við teir í hálvleikinum, og eg legði aftrat, at eg ivaðist ikki í, at tað fór at eydnast okk­um at vinna, sigur ÍF venj­ar­in Albert Ellefsen, og hann leggur aftrat:
– At tað eydnaðist at javna til 3-3, hóast KÍ stutt eftir hálvleikin hevði økt um leiðsl­una til 3-0, tænir okkara monn­um til stórt rós. Teir vístu framúr moral, og við avrikinum gjørdu teir alt tos til skammar um, at teir ikki orka eins væl og hinir.
Tit vóru ellivu ímóti tíggju síðstu løtuna, men tá sá tað ikki út til, at tit løgdu ser­liga nógv fyri í royndini at vinna øll stigini?
– Tað var so tætt, og tað vóru spentar støður í báðum endum. Tað er rætt, at vit ikki settu teir undir orduligt trýst í síðstu minuttunum. Vit kundu havt vunnið, men tað var eisini møguleiki fyri, at teir skoraðu sigursmálið, tí teir vóru eisini framvið, hóast teir vóru undirmannaðir.

Undarlig kensla
KÍ veteranurin Atli Danielsen heldur, at leikliga var ÍF omaná í 1. hálvleiki, hóast mál­­munurin var teimum bláu til fyrimunar:
– Vit vóru øgiliga effektivir. Álvur F. Christiansen, sum hesa ferð var í vinstru, skor­aði til 1-0 eftir innlegg frá Páll A. Klettskarð, og Páll vísti aftur í dag, hvussu vanda­mikil hann er, tá ið hann skoraði bæði til 2-0 og 3-0. Tá ið vit øktu til 3-0 í 2. hálvleiki, høvdu vit kanska eina kenslu av, at hetta var mønu­sting­urin, men soleiðis vísti tað seg ikki at vera. Kanska vóru vit ikki nóg skilagóðir tak­tiskt soleiðis at skilja, at tað í løtum varð ov langt mill­um keturnar. Men ÍF eigur eis­ini sera vandamiklar álops­spælarar. Clayton Soares minkaði um munin við bein­leiðis frísparki, og tá ið hann lítla løtu seinni mink­aði um munin til 3-2, var alt púra opið.
Útjavnandi málinum syrgdi Øssur Dalbúð fyri við brots­sparki, ið var dømt ímóti Øssuri, sum var púra leysur.
– Clayton hevði skorað tvær ferðir, so eg spurdi hann, um hann vildi skjóta. Men hann helt seg til avtaluna, sum var, at eg skuldi skjóta brots­spark, greiðir Øssur Dalbúð frá.
Lítla løtu eftir útjavnandi málið misti KÍ miðverjan Jógvan Isaksen, sum nýtti neyðbremsuna. Tá rest­aðu tað tíggju minuttir. Intensi­tet­urin var øgiligur, men tað komu ikki fleiri mál, hóast tað var nær við og næstan í báð­um endum.
KÍ eigur topp­skjúttarnar
Støðutalvan sigur, at KÍ hev­ur skorað flest mál í EFFO deildini – 14. ÍF hevur skorað næstflest – 12. Annar av topp­skjúttunum í fjør – Páll A. Klettskarð – er ovast á mál­tindinum. Hann hevur skorað fimm ferðir. Honum næstur er liðfelagi hansara, Álvur F. Christiansen, sum hevur skorað fýra ferðir. Í fjørð var Álvur vongverji. Nú er hann álopsspælari, og tað hevur higartil víst seg at vera skila­góð avgerð.