Førir familjusiðvenjuna víðari

32 ára gamli Lars Müller verður eigari av heili fimm handlum, tá ið SMS letur upp aftur í morgin. Sostatt ger hann veruliga vart við seg innan handilsheimin. Ágrýtni handilsmaðurin er sonur Kára Müller, men er tó sera ósamdur við pápa sínum um handil.

Lars Müller eigur skjótt fimm handlar. Talan er um handlarnar Skálkur, Gellan, Sportmaster, Exit og Jack & Jones. Tað er ikki tilvildarligt, at allir handlarnir eru í SMS.
                      - Eg eri uppvaksin í Havn. Eg eri eisini uppvaksin í SMS. Tað var nattúrligt, at eg skuldi gerast handilsmaður. Tað havi eg altíð vita. Pápi mín, Kári Müller, er handilsmaður, og hann átti klædnahandilin Feðgar, har ið eg arbeiddi, greiðir Lars frá.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Feðgarnir ikki eins
Lars heldur, at hann hevur fingið áhugan fyri handilsvinnuni frá pápanum. Men annars eru hann og pápin sera ólíkir sum persónar. Hetta merkir eisini mátan, ið teir reka handil.
                      - Eg og pápi eru so grundleggjandi ósamdir um, hvussu tú skalt reka handil. Vit enda altíð í kjaki um tað. Vit er púra kontra til hvønn annan í mongum førum. Men tað er stuttligt at síggja, at pápi mín hevði framgongd í sínari tíð, meðan eg havi framgongd við einum øðrum leiðsluhátti í dag, sigur Lars.
                      Lars fór til Keypmannahavnar at læra til krambakall hjá Oxford Clothing og Mr. 12´eren. Í 1994 kom hann uppaftur og arbeiddi hjá pápa sínum inntil 2000. Tá keypti hann Skálk og skuldi standa á egnum beinum.
                     - Tvey tey fyrstu árini gekk alt av skriðuni. Eg haldi, at eg var ov vanur at hava eitt bakland í pápa mínum, og tað var torfært at leysríva seg frá tí. Men síðani 2004 hevur gingið væl hjá okkum, sigur Lars.

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Nýggju handlarnir
Í september 2005 lat barnahandilin Exit upp. Tað er kona Lars Hanna Mohr Müller, sum rekur hann. Fyri einum mánað síðani keypti Lars eisini Sportmaster. Nú lata so Jack & Jones og Gellan upp, og tað er nakað, sum Lars er spentur uppá.
                      - Jack & Jones verður ein kulur, skjótur handil, har ið tú fært klæðir til ein góðan prís. Gellan eru vit sera spent uppá. Tað hevur leingi mangla ein ordiliga feitur damuhandil, og hesin skal nøkta tørvin. Vit fara at leggja stóran dent á hendan damuhandilin. Millum merkini, sum handilin fer at selja, eru Lee, Acne, Tiger of Sweden, Samsøe & Samsøe og Puma, sigur Lars. 
                      Lars greiðir soleiðis frá um sítt søluástøði:
                      - Vit ynskja at raka breitt við okkara vøru. Eisini leggi eg stóran dent á, at kundarnir hava tað gott í okkara handlum. Starvsfólkini skulu hava tað gott, tí at tað merkist eisini á kundunum, um starvsfólkini trívast væl, sigur hann.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tilvitaðir føroyingar
Lars metir, at SMS er heilt greitt besta stað at reka handil í Føroyum.
                      - Tað er ikki nóg mikið, hvar ið tú liggur. SMS er besta stað í Føroyum. Tó vilja vit fegin náa úttum til bygdirnar við at stuðla ítróttarfeløgum og tílíkt, vísir Lars á.
                      Lars hevur gjøgnum árini havt nakrar lærlingar í sínum handli. Hann metir sjálvur, at teir eru eini 5-10 í tali. Hann hevur ikki trupult við at finna starvsfólk til sínar handlar. Hann hevur lagt merki til ein broyting í brúkarahugburðinum hjá vanliga føroyinginum:
                      - Føroyingar eru vorðnir meira tilvitaðir um teirra klædnaskáp. Útsølur eru ikki tað heilt stóra longur, tí at fólk vilja hava tað nýggjasta. Tað gongur als ikki longur at keypa gamla vøru inn og selja hana. Fólk vilja hava tað allarnýggjasta. Hendan tørvin vilja vit fegin nøkta við skjótum, smartum handlum, sigur Lars.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Heldur við HB
Til seinast vil Lars heilsa føroyameistarunum í mansfótbólti. 
                      - Eg eri HB´ari, og tað vil eg fegin hava loyvi til, hóast eg eri leiðari av nógvum handlum. Eg vil fegin ynskja teimum til lukku við føroyameistaraheitinum. Eg havi nógvar EB/Streymarar arbeiðandi hjá mær, og tað hevur mangan verið gott prát burturúr. Teir hingu tó ikki so nógv við høvdinum, tá ið teir komu til arbeiðis mánamorgunin, sigur Lars smílandi.