Føroya Arbeiðarafelag tekur upp samstarv við skotsk fakfeløg

Føroya Arbeiðarafelag hevur havt fundir við Meginfelag Arbeiðaranna í Skotlandi

Føroya Arbeiðarafelag hevur nú tikið stig til eitt samstarv við skotsk fakfeløg.

Føroya Arbeiðarafelag sigur, at nú frálandavinnan helst fer at taka seg upp, er tað sera umráðandi, at allir partar í eini slíkari vinnu víðka sjónarringin og gjølla kanna, hvørjir fyrimunir, og, hvørjir vansar ein komandi oljuvinna kann hava við sær.

Hetta er ikki minst galdandi fyri tey, sum sum arbeiða í hesi vinnuni.

Tí hevur Føroya Arbeiðarafelag tikið stig til eitt samstarv við skotska arbeiðarafelagið, Transport & General Worker´s Union í Aberdeen.

Tað felagið fevnir um Hetland, Orknoyggjar og Landnyrðingsskotland.

Hetta felagið er eisini týðandi limur í meginfelagið hjá skotsku arbeiðarunum Scottish Trade Union Congress.

Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at skotsku fakfeløgini hava verið sera positiv og opin fyri einum samstarvi við føroyingar.

? Vit halda, at Føroyar og Skotland liggja so nær hvørjum øðrum, at tað skuldi verið so sjálvsagt, at fakfelagsrørslan í báðum londunum samstarvaðu, sigur formaðurin í FA.

Hon sigur, at telur oljuvinnan seg upp, er væntandi, at londini koma enn tættari at hvørjum øðrum, og at snógv samband verður millum londini.

Samstarvið ímillum fakfeløgini í báðum londunum skal m.a. miðja ímóti at kunna seg um viðurskiftini, hvør hjá øðrum og at geva hvør øðrum leiðbeingar og góð ráð um ymisk viðurskifti.

Ingborg Vinther heldur, at hetta kann ikki minst verða hent, um ein oljuvinna tekur seg upp, tí skotsku fakfeløgini hava drúgvar royndir við oljuvinnuni, har ið viut eru púra blonk.

Men ikki minst miðjar samsarvið ímóti at stuðla hvør øðrum, um ósemjur taka seg upp á arbeiðsmarknaðinum í øðrum landinum so at verkafólk í øðrum landinum ikki taka arbeiðið frá verkafólkinum í tí landinum, sum er rakt av arbeiðsósemju.

Heilt ítøkiliga er tað komið burturúr samstarvinum, at umboð fyri Føroya Arbeiðarafelag verða umboða á ráðstevnu hjá Skotska meginfelagnum seinni í vár.

Skotar koma eisini higar at vera við á fundum hjá Føroya Arbeiðarafelag, sigur Ingeborg Vinther.