Bygnaðarbroyingarnar eru gjørdar, soleiðis at bygnaðurin nú kann stuðla undir framtíðarætlanirnar hjá bankanum um vøkstur.
Neyðugt at broyta seg til umstøðurnar
Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka, sigur í tíðindaskrivinum millum annað, at fíggjarheimurin broytist allatíðina, og tí er tað neyðugt at tillaga seg til broyttu umstøðurnar.
- Hetta hevur bankin nú gjørt, og vit hava stungið nýggja kós út í kortið við ætlanum fyri menning av virkisøkjum bankans, bæði núverandi og nýggjum økjum, sigur Janus Petersen.
Stjórin í Føroya Banka sigur, at viðskiftafólkini hjá bankanum skulu vera í miðdeplinum fyri virksemi hjá bankanum, og at ein nýmenning av tænastum og virkisøkjum bankans verður ein náttúrligur partur av virksemi bankans framyvir, sigur Janus Petersen.
Nýggj leiðsla
Undan stjórnarskiftinum í bankanum vóru tveir stjórar í bankanum umframt 14 deildarleiðarar, ið høvdu beinleiðs tilvísing til stjórnina. Í nýggja bygnaðinum fara tað at verða fimm deildarleiðarar umframt forstjóran í ovastu leiðsluni.
Tær fimm deildirnar, ið nú koma at hoyra beinleiðis til ovastu leiðsluna eru privat, íløgur, fyrisiting, stjórnarumsiting og so ein nýggj deild, sum hevur fingið navnið menning & samskifti. Henda deildin kemur at hava sum høvuðsendamál at fremja nýggjar verkætlanir í verki til at menna virkisøkini, og at varða av samskifti bankans. Leiðari á nýggju deildini verður Johnny í Grótinum, ið annars hevur starvast í Føroya Sparikassa, umframt at hann er formaður í Búskaparráðnum.
Vinna hoyrir eisini til ovastu leiðsluna, og hesum øki kemur Janus Petersen sjálvur at hava ovastu leiðslu av, verður sagt í tíðindaskrivinum.