Føroya Banki hevur vaksandi avlop

Avlopið hjá Føroya Banka fyri skatt fyrstu níggju mánaðirnar í ár var 134 mió. krónur samanborið við 97 mió. krónur sama tíðarskeið í 2006 Framgongdin hjá Føroya Banka heldur fram. Fyrstu níggju mánaðirnar í ár var avlopið fyri skatt 134 mió. kr. samanborið við 97 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Rentingin av eginognini var 8,2 prosent.

Úrslitið sjálvan 3. ársfjórðing 2007 var 22 mió. kr. samanborið við 42 mió. kr. í 2006. Hetta er nøktandi havandi í huga, at bankin hevur havt 25 mió. kr. í útreiðslum í sambandi við stovnan av dótturbankanum Føroya Bank A/S í Danmark.

Nettorentuinntøkurnar fyrstu níggju mánaðirnar í ár vóru vóru 212 mió. kr. samanborið við 174 mió. kr. í fjør. Tænastu- og provisiónsinntøkurnar øktust úr 25 mió. kr. fyrstu níggju mánaðirnar í 2006 upp í 29,6 mió. kr. sama tíðaskeið í 2007. Tilsamans eru nettorentuinntøkurnar og tænastu- og provisiónsinntøkurnar øktar 22 prosent.

Føroya Banki væntar eitt ársúrslit í 2007 á millum 135 og 150 mió. kr. fyri burturleggingar og skatt. Hetta er ein øking samanborið við meting bankans frá 17. august 2007, sum var 125-140 mió. kr. fyri burturleggingar og skatt. Fyri skatt verður ársúrslitið í 2007 væntandi millum 165 og 180 mió. kr, skrivar bankin á heimasíðuni.