BANKAVIRKSEMI
Tíðindaskriv
Frá í dag at rokna lækkar Føroya Banki rentustigini. Øll rentustigini á innlánum verða lækkað við 0,25%. Hetta sigur Føroya Banki í tíðindasrkivi fríggjamorgunin.
Eisini eftir rentulækkingina er rentan á samansparing í Føroya Banka á sama stigi sum ? og í nøkrum førum hægri enn ? rentan á peningamarknaðinum. Bara íløgur í langfreistað lánsbrøv geva hægri rentu enn bankans innlánsrentu. Men hesin munur verður útlíknaður fyr tey privatu við eini hægri skatting ? og við einum størri váða.
Flestu útlánsrentustigini lækka við 0,25-0,5%.
1. veðrættaðar bústaðarlán við serligari góðari trygd lækka við 0,5%, soleiðis at besta rentan á veðlánum banbkans nú er 6% p.a. Fyri hini bústaðarlánini verður eingin rentubroyting. Meginparturin av bankans bústaðarlánum verður ávirkað av rentulækkingin.
Fyri øll onnur útlán og kredittir lækka rentustigini við 0,25-0,5%. Bestu rentustigini á billánum hjá Føroy Banka er eftir rentubroytingina 7% p.a.
Tað er bankans fatan, at rentustigini so líðandi vóru farin eitt sindur út av lagi í mun til galdandi marknaðarrentu. Við seinastu rentubroytingini hjá Nationalbankanum fyrr í mánaðinum eru diskontoin og tey leiðandi rentustigini í peningamarkanðinum fallin við 0,25% ? í nøkrum førum nakað meiri ? síðani bankin seinast broytti rentuna í oktober í 2000.
Rentumunurin ? tað er munurin millum útlánsrentuna og innlánsrentuna ? í føroysku peningastovnunum er so smátt komin á eitt lutfalsliga lágt stig. Grundað á hetta væntar Føroya Banki, at gongdin við at lætta um rentumunin, samstundis sum nýggj tænastugjøld verða løgd á tænastuveiting hjá peningastovnum, fer at halda fram.