Føroya Banki steingir fimm avgreiðslur

Fríggjadagin lata deildirnar hjá Føroya Banka á Eiði, í Skopun, Hvalba, á Toftum og í Hornabø í Havn aftur fyri seinastu ferð.

SÚNI SCHWARTZ Á RÁS2 KLOKKAN 15. Í staðin verður tænastan á økisdeildum bankans ment. Bankin sighur, at umleggingin er ein natúrlig avleiðing av, at bankavirksemi verður alsamt meira sjálvvirkandi, og at bankin leggur stóran dent á at veita dygga persónliga ráðgeving í størri eindum.

Fyrst komu úttøkukortini og sjálvtøkurnar. So kom Netbankin. Og við Netbankanum komu alskyns møguleikar at avgreiða bankaørindini sjálvvirkandi.

Nú flestu bankaørindi kunnu avgreiðast á teldu ella við korti, minkar talið á vitjanum á bankadeildunum støðugt. Hetta hevði fyri 2-3 árum síðan við sær, at nakrar deildir hjá Føroya Banka lótu aftur, samstundis sum ráðgevingin á fleiri økisdeildum varð styrkt. Nú lata so fimm avgreiðslur afturat aftur. Sjálvtøkurnar á Eiði, í Skopun, Hvalba og Hornabø verða framvegis virknar, og á Toftum, har ongin sjálvtøka er í løtuni, verður sjálvtøka sett upp í næstum.

Samstundis sum hesar deildirnar lata aftur, verður ráðgevingin á deildunum við Norðskála, á Sandi, Tvøroyri, í Niels Finsensgøtu og Saltangará styrkt, tí starvsfólkini á deildunum, ið lata aftur, flyta hagar, sigur bankin á heimasíðu síni.

Súni Schwartz, stjóri í Føroya Banka, er gestur í tíðindunum á Rás2 klokkan 15.