Føroya Banki við í Privatu Tilbúgvingini

Tann danski staturin hevur saman við peningastovnunum gjørt eina tvey ára trygdarskipan, Privatu Tilbúgvingina, sum tryggjar øll innlán í peningastovnunum. Føroya Banki hevur í dag boðað virðisbrævamarknaðunum í Keypmannahavn og Reykjavík frá, at bankin er við í skipanini

Hetta boðar bankin frá í dag. Samlaða árliga tryggingargjaldið, sum peningastovnarnir skulu rinda inn í skipanina, er 7,5 mia. kr. Í 2008 rindar Føroya Banki 6 mió. kr. í skipanina. Útreiðslur bankans hækka tí við 6 mió. kr. í 2008.

Føroya Banki væntar, at ávirkanin av skipanini annars verður, at bankans atgongd og treytir at fáa til vega fígging á altjóða kapitalmarknaðinum verða betri. Væntandi fær luttøkan í skipanini eisini positiva ávirkan á nettorentuinntøkur bankans.

Av samlaða árliga tryggingargjaldinum í Privatu Tilbúgvingina skal Føroya Banki rinda 30 mió. kr. í 2009 og 30 mió. kr. í 2010. Haraftrat kunnu eyka útreiðslur koma upp á tal, um samlaða ábyrgdin á 10 mia. kr. verður gjørd galdandi, og um árliga tryggingargjaldið hækkar.

Peningastovnarnir í Privatu Tilbúgvingini skulu ikki útgjalda vinningsbýti komandi tvey árini. Tað fer Føroya Banki tí heldur ikki at gera sk rivar Føroya Banki á heimasíðuni