Føroya Bjór Cup.

Leygardagin 19. februar 2005, skipaði Bowlinghøllin á Hálsi fyri liðkapping.

18 lið meldaðu seg til kappingina.

Kappingin byrjaði leygarmorgunin kl. 9.00 og helt áfram uttan steðg, til kl. 14.30.
Við 18 tilmeldingum, varð lagt upp til eina góða og spennandi kapping.
Og tá hugsað verður um, at tað er triðju ferð skipað verður fyri tílíkari kapping, var spennandi at síggja hvussu leikur fór, og um tað nú vóru tey somu liðini sum hórða undan.

Kappingin var skipað sum cupkapping.

Hvørt liðið hevði 3 bowlarar,og hvørt spæl var 2 seriur.
Bowlað var í trimum innleiðandi umførum, harav 12 lið komu víðari. Hesi 12 liðini kappaðust síðan í tveimum semifinalum, harav 6 lið komu víðari í finaluna.

Í finaluna hendan dagin komu, Arsenal, Pizzakjallarin, Liverpool, 3 Amicos, Real Madrid og Skemman.

Úrslitið gjørdist:

Nr. 1LiverpoolTorkil, Pauli og Johan948 stigum
Nr. 23 AmicosSunnleif, Rógvi, og Andreas914 stigum
Nr. 3ArsenalJóannes, Niels og Jens894 stigum
Nr. 4SkemmanRemy, Johnny, og Bárður890 stigum
Nr. 5Real MadridKristin, Grettir, og Inga878 stigum
Nr. 6PizzakjallarinHøgni, Petur og Regin865 stigum

Bestu seriu, gjøgnum allan dagin, hevði Johan Poulsen við 252 stigum.

Kappingin var stuðlað av Føroya Bjór.

Kappingin gekk væl og fyrireikararnir eru sera væl nøgdir við dagin.
Bowlinghøllin á Hálsi takkar øllum fyri stuðulin.