Í dag, leygardagin 30. juni, kundi Svimjihøllin í Klaksvík lata dyrnar upp til eitt spildurnýtt baðiland við millum annað einari 40 metra langari skreiðibreyt Nógv fólk vóru savnað, tá nýggja baðilandið var innvígt. Forkvinnan í mentunarnevndini, Gunnvá við Keldu, bjóðaði vælkomin. Røður vóru hildnar av stjóranum í Norðoya Sparikassa, Eyfinn Reyðberg og stjóranum í Aqua Plan, Karsten Ask, sum hevur verið samskipari av útbyggingini.
Klaksvíkar Hornorkestur setti dám á hátíðarløtuna, og nýggja poppstjørnan í Klaksvík, 11 ára gamli Rógvi Jacobsen, hugtók við sínum sangi. Harumframt sang Elin Løkin vakra lagið, ?Tað lítla ljós eg fekk,? og 84 ára gamli Fredag Kambsenni lýsti upp við síni mundharmoniku.
Hæddarpunktið var tó uttan iva, tá borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, sum tann fyrsti tók túrin ígjøgnum 40 metra langu skreiðibreytina. Síðani lat svimjihøllin upp fyri øllum, og børnini streymaðu inn. Køin uttanfyri gjaldslúkuna og køin frammanfyri skreiðibreytina vóru báðar líka langar.