Størsti dramatikkurin og spenningurin í FM kappingini fyri einstaklingar, sum síðstu vikuna hevur verið í Løkshøll í Runavík, og sum endaði í gjár, var í unglingadeildini. Her endaði tað við, at Jón í Horni Nielsen úr Sandavági vann FM.
Nýggi unglingameistarin er ellivu ára gamal – hann verður tólv seinni í hesum mánaðinum.
-Eg lærdi mannagongdina, tá ið eg var fýra ára gamal, segði Jón í Horni Nielsen, tá ið hann hevði fingið handað FM steypið frá borgarstjóranum í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen.
Við talvborðið vísti Jón í Horni Nielsen, at hann hevur lært nógv hesi sjey árini, síðani hann lærdi mannagongdina.
Tað var øgiligur spenningur og dramatikur, tí bæði Jón í Horni Nielsen og Ragnar Weihe, sum báðir eru úr Sandavági, vunnu sjey stig. Tí var neyðugt við umdysti – tvey talv við tíðini 25 minuttir + 10 sekund fyri hvønn leik. Fyrra talvið endaði javnt, eftir at Ragnar Weihe hevði havt stóran fyrimun, og seinna talvið vann Jón í Horni Nielsen.
Á triðja plássi endaði Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag. Eitt skifti var hann fremstur av øllum, men tá ið avtornaði var hann eitt hálvt stig aftanfyri teir báðar úr Sandavágs Talvfelag.
Á myndini, sum Esbern Christiansen hevur tikið, síggjast Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Ragnar Weihe, Jón í Horni Nielsen, Luitjen Akselsson Apol og Finnbjørn Vang, formaður í Talvsambandi Føroya.