Mikkel Dyrting er framleiðslustjóri hjá TV3 í sendingini »Kniven for struben«, og hann leggur dent á, at tað var Føroyar, sum dró fram um eitt nú Esbjerg ella Skagen. Sendingin »Kniven for struben« fær nógvar áheitanir frá matstovum, ið ynskja at fáa góð ráð og hjálp at koma upp undan, frá meistarakokkinum Bo Bech.
- Úr Føroyum fingu vit upprunaliga eina áheitan og vit gjørdu av, at koma upp higar at kanna umstø?urnar, gera reasearch, sum tað eitur. Og meðan vit vóru her vaks talið upp í fýra áheitanir. Og tá reasearch?ið var liðugt, vóru framvegis tvey matstøð, ið framvegis vóru áhugað, sigur Mikkel Dyrting.
Hann fjalir ikki útyvir, at tað, tá áheitanin kom úr Føroyum, hevði stóran týdning, tá liðið skuldi velja »location«.
- Vit mettu, at Rio Bravo var staðið, har vit høvdu størstan møguleika at gera ein mun, og tí valdu vit júst hetta matstaðið, sigur Mikkel.
Í fyrsta umfari nýta tey 5 dagar um at upptaka sendingina, men síðani koma tey aftur nakað seinni, í hesum førinum einar 14 dagar seinni, fyri at fylgja upp, um »tað hevur verið stríðið vert«.
Mikkel Dyrting vil ikki nevna sendingina reality-TV, men heldur eina dokumentarsending.
- Her vinnur eingin eina miljón. Men hinvegin kunnu matstovueigarar vinna framgongd til egna fyritøku, sigur Mikkel Dyrting.