At svenska og føroyska landsliðið møtast á føroyskum heimavølli fríggjakvøldið, munnu tey flestu í Føroyum vita. Í Svøríki er eisini nógv tos um dystin, og nógvir kendir journalistar eru komnir til Føroya.
Ein teirra var at hoyra í svenska útvarpinum fyri nøkrum døgum síðani, har hann greiddi frá, at hann dagin aftaná skuldi vera saman við statsministaranum Kaj Leo Johannesen allan dagin. Starvsfelagi hansara spurdi hann tá, um hann mundi fara og fáa somu sømdir í Týsklandi og sleppa at vitja Angelu Merkel, tá Svøríki skal spæla móti Týsklandi.
Stór grein er eisini um málmannin Jákup Mikkelsen har hann greiðir frá, hvussu stoltur hann er at umboða Føroyar, og at kenslan, tá Leo Messi letur seg í landsliðstroyggjuna, og tá hann ger tað, helst er tann sama.
Annars greina og meta blaðfólkini um, hvussu svenska liðið verður mannað, og hvussu venjarin Erik Hamrén hugsar, nú hann skal møta føroyska landsliðnum.