Føroyar eru best í Europa

Í síðsta umfari í EM í talvi fyri smátjóðir hava Føroyar tryggjað sær samlaða sigurin

Føroyar eiga besta talvlandsliðið í Europa, tá ið talan er um smátjóðir. Tað er staðfest ídag. Í síðsta umfari í kappingini, sum hesa vikuna hevur verið í Andorra, var stórur møguleiki hjá Føroyum at tryggja sær endaliga sigurin.

Mótstøðuliðið var Andorra, og Føroyar vunnu EM, um tað endaði javnt ella um Føroyar vunnu.

 

Tað endaði í dag við, at Føroyar vunnu 2 ½ - 1 ½.

 

Talvið á fyrsta borðið, har Helgi Dam Ziska umboðaði Føroyar, endaði javnt.

So vann Rógvi Egilstoft Nielsen á triðja borði og við svørtum ímóti mótstøðumanni, sum hevur hundrað styrkisstig fleiri enn Rógvi. Talan var um hugflogsríka telving, sum endaði við, at Rógvi setti mótstøðumannin skák og mát.

So var lag á manni hjá John Rødgaardá fjórða borði at taka av remis, tí harvið høvdu Føroyar tryggjað sær í minsta lagi tvey stig og harvið eitt dystarstig og samantalda sigurin í kappingini.

Høgni Egilstoft Nielsen, sum sat við hvíta fólkinum, og mótstøðumaðurin sótu yvir talvinum eina løtu eftir, at tað var greitt, at Føroyar høvdu vunnið kappingina. Talvið teirra millum endaði remis, og harvið var tað greitt, at Føroyar høvdu vunnið ímóti Andorra umframt samantalda sigurin í kappingini.