Føroyar eru eitt paradís fyri tey sum bera brek

BØRN VIÐ BREKI Fólk, sum bera brek í Føroyum, hava nógv at takka fyri, heldur Abraham Løkin, pápi eina dóttir við downs syndrom

- Tey, sum brek brek í Føroyum hava góðar møguleikar, tí hetta er eitt fantastiskt land, í nógvar mátar eitt paradís.
Tað sigur Abraham Løkin, pápi eina dóttur við down syndrom.
Á fundi hjá Ráðnum fyri Brekað í mánakvøldið um rættindni hjá børnum, sum bera brek, staðfesti hann, at Føroyar eru eitt paradís fyri fólk, sum bera brek, tí her eru nógvir og góðir møguleikar.
Hann gjørdi vart við, at hann tosaði bara útfrá egnum royndum, sum pápi eina gentu við down syndrom.
Og hann staðfesti, at hann hevði nógv at vera takksamur fyri, tí er eru nógvir og góðir møguleikar.
Kortini sigur hann, at tey høvdu verið so heppin, at tey fingu eitt barn við down syndrom og hann ásannar, at tað eru uttan iva mong foreldur, sum hava havt tað nógv harðari enn tey.

Nógvar møguleikar
Abraham Løkin kundi helt, at hann kundi so bara siga frá sínum egnu royndum og tær vóru, at tey, sum bera brek í Føroyum, hava nógvar møguleikar.
- Fyrsti møguleikin er tann guðgivni møguleikin, at vit búgva í Føroyum og ikki onkra aðrastaðni, sigur hann.
Hann sigur, at sum foreldur kundu tey ekkaleys lata dóttir teirra fara út um dagarnar, heilt frá tí at hon var smágenta.
- Tað høvdu vit ongan ampa av, tí tað vóru altíð fólk, sum hugdu eftir henni.
- Hendi tað seg, at hon fór ov langt frá húsum, var tað altíð onkur sum ringdi og boðaði frá.
- Tað er onga aðrastaðni, at tað hevði borið til, staðfesti hann.

Hann er eisini takksamur fyri tað sjálvbodna arbeiði, samkomur av umsum slagi gera fyri tey, sum bera brek.
Hann nevndi, at Zarepta hevur havt legur fyri børn við breki í eitt mannaminni og nú eru tey eisini farin at skipa fyri líknandi legum á deplinum í Nesvík.
Abraham Løkin hevur eisini alt gott at bera skúlan.
- Í hvussu so er hevur skúlin í Runavík verið heilt fantastiskur, og hevur gjørt eitt veldugt arbeiði, tí tað eru nógv ár síðani, at skúlin eisini varð fyri tey, sum brek.
- At hon gekk í ein vanligan skúla gjørdi, at hon fekk nógvar góð vinfólk,
sum framvegis hanga við, hóast tað nú eru nógv ár síðani, tey vóru liðug í skúlanum.
Somuleiðis heldur hann, at ítróttarfeløgini fyri brekað gera eitt stórt arbeiði, men tað gera ítróttarfeløgini annars eisini.
- Ítróttarfeløgini gera eitt stórt arbeiði fyri at hava øll við, tí spælið og samanhaldið eru høvuðstátturin í virkseminum, í hvussu so er í yngri deildum.
Í Almannaverkinum eru tey ikki von við rósur, men Abraham Løkin helt, at vit hava eisini hava nógvar, góðar almennar fyriskipanir til tey, sum bera brek, eitt nú tey vardu verkstøðini.

Fáa nógv aftur
Abraham Løkin heldur, at hetta er ikki bara ein spurningur um, hvat samfelagið og vit onnur, hava at bjóða teimum, sum bera brek.
- Spurningurin er líka nógv, hvat tey, sum bera brek, geva okkum.
Í hesum sambandi nevndi hann, at tey, sum bera brek, útvega í hvussu so er arbeiðspláss til nógv almenn starvsfólk.
Hann staðfestir eisini, at tað eru eingin, sum tað er so lætt at vera góð við, sum tey, ið bera brek, og sjálvur verður hann ordiliga glaður, hvørja ferð, hann hittir onkran av teimum á gøtuni.
- Tað er er størsta ljóspunktið á degnum, tá ið er møti teimum á einum gongutúri ígjøgnum býin. Tey eru altíð í góðum lag, blíð og týð og fordómsfrí, siga tað bart út, tey hava upp á hjartað.
- Hjá teimum ger ikki mun um NSÍ hevur tapt ella ikki og tað er so sanniliga ikki galdandi fyri øll, legði hann skemtiliga afturat.
- Helst geva tey okkum nógv meiri, enn vit geva teimum, sigur hann.
Abraham Løkin sigur, at tað er skjótt at gremja seg um tey tilboðini, sum ikki eru, men soleiðis er hann ikki av lyndi.
- Eg eri ómetaliga takksamur fyri tað, sum er, sigur hann.
Kortini ásannar hann, at beint nú er støðan eitt sindur ørkymlandi, tí eitt, hann saknar eru bústaðartilboð til tey, sum bera brek.
Tí fegnast hann almikið um at nú er farið undir at byggja vardar íbúðir, bæði í Runavík og í Klaksvík, til fólk, sum bera brek.

LES EISINI GREININA: Børnini skulu hava eina rødd