Føroyar eru skotskar

Bretska mótablaðkvinnan og antropologurin Wendy Scott skipaði fyri pallborðsfundinum um móta á Funky Faroe Islands.

Hon segði eftir mótasýningina mikudagin, at hon var errin at luttaka á hesum tiltakið, tí støðið á føroysku sniðunum var so høgt. Men hennara samskipan av tiltakinum kom ikki av tí, at hon hevði nakað tilknýti til Føroyar áðrenn Funky Faroe Islands. Tá íslendski tónleikasamkiparin á tiltakinum Anna Hildur Hildibrandsdóttir spurdi Wendy Scott, um hon vildi samskipa eina ráðstevnu um móta úr Faroe Islands, svaraði Wendy Scott, at tað vildi hon fegin, tí hon var uppvaksin so tætt við Skotland, at hon gjarna vildi arbeiða við onkrum skotskum. Á pallborðsfundinum týsdagin, greiddi hon frá, at hon var vælvitandi um, at hetta var pínligt fyri ein antropolog, men hon hevði veruliga ongantíð hoyrt um Faroe Islands og, at hon tí blandaði við Fair Isle.