Sámal Matras Kristiansen
???????
Í kjalarvørrinum av dúgliga kjakinum um rættin til fría fosturtøku á Føroya landi hevur ein annar, kanska enn meiri áhugaverdur og prinsipiellur spurningur stungið seg upp. At kjakið fyri og ímóti fosturtøku skuldi gerast so mikið eldfimt, er jú ikki minst fyri at takka, at m.a. danski politikarin, SF?arin Kamal Qureshi saman við "Kvindeligt Selskab" vóru farin undir eina innsavning at bøta um støðuna hjá teimum føroysku kvinnunum, ið ynskja fosturtøku, men av ymiskum orsøkum ikki hava møguleikan til tess.
Hetta hevur vakt øði í nógvum føroyingum. Vanliga fatanin er, at danir (ella útlendingar?) ikki eiga at blanda seg í hvussu vit hóreiggja okkum her á klett-unum. Í Føroyum skulu føroyingar ráða fyri borgum, eisini hóast vit í stóran mun bert eru "føroysk uttaná, men danir innaní", sum Pipar og Salt einaferð kvóðu so beinrakið. Eg vil loyva mær at tríva í nakrar av grundgevingunum móti danskari (útlendskari?) innblandan.
- At danskir politikarar gjøgnum felagsskapir leggja seg út í okkara viðurskifti er óhugnaligt! Hvat verður tað næsta, sum onkur tilvildarligur útlendskur politikari fer at leggja seg út í? (Rúna Sivertsen í Sosialinum 23.okt.)
- At danskir fólkatingslimir nú koma her og bjóða sær til at forkoma okkum í fosturlívi, er ein so stór provokatión ímóti Føroya fólki, sum vii ikki undir nøkrum umstøðum kunnu góðtaka. Okkara mentanarliga, sosialt og etiskt skulu vit hava loyvi at seta sjálv. (Katrin Dahl í Dimmu 22.okt.)
Tað m.a. hesi føroysku konufólk tykjast vilja siga, er at tað bæði er "óhugnaligt", ja "ein provokatión", at útlendingar (danir?) royna at siga okkum hvar skápið skal standa. Hugburðurin tykist vera, at vit í Føroyum helst munnu vita einabest hvussu vit skullu innrætta okkara egna samfelag. Hetta er sjálvsagt einki tápuligt argument, ið einans botnar í fremmandahatri og nalvaskoðan, sum summi kanska hava lyndi til síggja tað sum. At vilja ræða sær sjálvum er eitt aldarlangt fyribrigdi, ið helst liggur djúpri í føroyinginum enn flest okkara munnu gera sær far um. At vilja ræða sær sjálvum skal í mestum brøgdum síggjast sum ein avbera styrki, ið fær fólk at velja aðrar leiðir enn bara "at fylgja við streyminum". Tað, ið skrivað verður í hesi grein stend-ur tískil als ikki í andsøgn við hugburðin um sjálvræði og sjálvsábyrgd, hóast summi kanska munnu tulka tað so. Katrin Dahl (Dimmalætting, 22.okt.) slær í grundini høvdið á seymin, tá hon viðger eymt punkt.
"Hevði mamma mín havt tann hugburð, sum er frammi í dag, um fría fosturtøku, og hevði tað verið frí fosturtøka, tá mamma mín átti síni børn, var eg ivaleys ongantíð komin í verðina, sum nummar fimm barn í seks ár. Heldur ikki mínum trimum yngru systrum hevði verið lív lagað, og kanska onkur av teimum eldru eisini var skolaður út. Ein óhugnaligur tamki, haldi eg sjálv. Øll mín familja hevði ikki verið til. / Um vit høvdu havt fría fosturtøku, og hugburðurin hjá kvinnum hesi seinastu 100 árini var, at nógv børn eru ein trupulleiki, so vóru vit spard fyri at halda lív í smáplássunum. Har hevði alt lív langt síðan verið útdeytt av sær sjálvum."
At eiga børn kann jú í stóran mun eisini vera ein háttur at tryggja góð livikor á smáplásum - og tað er kanska tí at fosturtøka er meiri útbreiddi býum enn á bygd; og meiri útbreidd í Danmørk enn í Føroyum.
Føroyski politiski dunnuhylurin
At tað hinvegin skal vera "óhugnaligt" ella enntá "ein provokatión" við útlendsku innblandingini, er hinvegin at fara ov langt í hesum máli. At tað skal vera galið, at onnur koma við sínum meiningum um hvat hendir í serføroyska dunnuhylinum, er ringt at síggja. Hetta merkir sjálvandi, at ruðulleiki verður millum gvaggandi politikkararnar, ið flest allir royna eftir næsta turra fransbreyðsbitanum, ið verður kastaður. At Kamal Qureshi blakar ein stein í hylin sum onkur óskikkiligur smádrongur, meðan dunnurnar vænta sær góðbitar frá "vøksnum", donskum blokk-stuðulsmenniskum úr eini aðrari verð, er sjálvandi mikið strævið fyri føroysku dunnupolitikararnar, ið sum vera man flagsa runt í ørviti og gvagga upp í nevið á hvørjum øðrum. Soleiðis gongur kjakið í føroyska dunnuhylinum. Gvaggan um breyðmolar er tað, ið umræður. Hendur ein verulig ólukka, ja tá er betri at flýggja avstað og krógva seg handan greinarnar til vandin er hasaður av.
Ja, hví skulu útlendingar blanda seg í føroysk viður-skifti? Hví kunnu vit ikki sleppa at hava okkara hugnaliga dunnuhyl í frið? Spurningurin skal kanska svarast við at venda øllum kjakinum. Hví halda føroyingar seg hava rætt at hava sínar meiningar um hvat hendir í londunum kring um okkum? Hví eru føroyingar nóg góðir til at brýggja seg um støðuna í USA, Danmørk, Ísrael, Irak o.s.fr., meðan øll onnur fólk í heiminum ikki eru nóg góð at brýggja seg um støðuna í Føroyum? Hví er tað óhugnaligt og skaðiligt, tá onnur harta okkum fyri okkarar skeivleikar, meðan vit glaðiliga senda misjónerar til lond kring heimin at umvenda vantrúgv til kristindóm?
Dupultmoralurin í før-oyska dunnuhylinum angar av lættflótandi fransbreyðs-skvøtti. Føroyingar (og jødar og republikanskir amerikanarar?) eru Guðs egið fólk. Føroyar eru eitt lítið paradís, ið er stýrt av Guðs vilja og vælvild, og her man einki ganga galið, so leingi sum "óhugnalig" árin uttaneftir ikki ávirka okkum og skaða várt land.
Føroyar - eitt Norðuratlants Afghanistan?
Tað sama hugsaðu nakrir skeggjutir menn uppi í høgu fjøllunum í Afghanistan fyri nøkrum árum síðani. Í einum fjarum fjallalandi, ið eingin hevði sýnt áhuga, síðani sovjettisku innrásina í 80?unum, høvdu fundamentalistiskir muslimar - talibanar nevnd-ir - bygt upp eitt reinleikans samfelag. Í hesum sam-felagi varð alt stýrt av Guðs orði. Tónleikur var bann-aður, aldargamlar Buddha-standmyndir vóru sprongdar til nevagrús eftir fáum sekundum og konufólk skuldi ganga í stásiliga Bhurka-plagginum, fyri ikki at eggja fremmandum mannfólki at gera seg inn á tey. Reinleiki var eftirstrembaður, og reinleiki var funnin - høgt upp í hesum fjarskotna talibanríki.
Endin varð tó - sum kunnugt - at hesir skeggjutu menninir vórðu niðurbardir við hermegi, og kvinnurnar frelstar úr trælahafti teirra. Hesin eftirstrembaði rein-leikin var vorðin so fanat-iskur, at hann í vesturheims eygum var at meta sum "óndska". Tað, ið skeggjutu talibanarnir hildu vera reinleika og vakurleika, var í veruleikanum óndska, undirkúgan og fanatisma - sæð úr eygum Vesturheimsins. Hetta var úrslitið av, at eitt land í nærum tvey áratíggju hevði verið uttan fyri alheimssamfelagið og tess (eftir mínari fatan) sunna kritikki.
Í okkara egna norðurat-lantiska "Talibanistan" eru føroyingar, ið hava líknandi fatanir av heiminum. Okk-ara glæstrimynd av reinleika og vakurleika skal ikki órógvast av kritikki uttaneftir. Til alla lukku eru Føroyar als ikki gloymdar í útheiminum. Føroyar eru ein partur av Evropa, og øll okkara grannalond hava ein ávísan áhuga í tí, ið hendir á klettunum. Tað er einki annað enn sunt fyri eitt lítið land sum Føroyar, at fólk geva av grovfílini viðhvørt og vekja svøvntungu dunnupolitikararnar úr teirra tornurósusvøvni.
Nær fer Vesturheim-urin at bumba Føroyar?
Hvussu galið tað kann ganga, tá føroyingar byrja at ganga løgnar leiðir, ið ikki hóska inn í fatan Vesturheimsins, eru dømini serstakliga nógv um. Populistiskir flokkar og felagsskapir í útlondum ynskja einki heldur enn at sleppa at "frelsa" øðrum (les: ørum) - tað veri seg talibanum, muslimum ella føroyingum - frá eini óndskunnar vandaleið inn í fundamentalismunnar tølandi tilveru.
Í danska blaðnum Information stóð m.a. ein grein nú seinasta vikuskifti (23. okt.), har tvær hálvakademiskar kvinnur, Karen H. Lennert og Annika Smith (báðar stud.scient. soc.) førdu eina lesarabrævsherferð móti grógvandi fundamentalismuni í Føroyum. Men hóast tær eru dekan ov einsporaðar í teirra kritikki av føroyskum viðurskiftum, so meti eg at tær røra við nakrar sera áhugaverdar trupulleikar við føroyska almenninginum.
Í fyrstu syftu skriva tær, at "[tað er] talan um eina álvarsliga misskiljing, tá man frá føroyskari síðu viðger rættindi kvinnanna sum eitt innanhýsis mál, ið einans hevur við føroyska fólkið at gera. Rættindi kvinnanna er fyrst og fremst eitt mál, ið tekur støði í altjóða samtyktunum, ið Føroyar og Danmørk hava gingið við til. Tískil snýr tað seg ikki um, at danski staturin ógildar Føroya innanhýsis sjálvræði, men hinvegin um, at Føroyar [?] eisini mugu vænta, at tað verða sett teimum krøv uttaneftir. Opna fólkaræðið ger tað júst møguligt hjá [sam-felags]bólkum at staðfesta teirra rættindi tvørtur um landamørk." (týtt úr donskum)
Trupulleikin ið nomið verður við, er at føroyingar í einum alheimssamfelagi ikki kunnu vænta at sleppa at hóreiggja sær sum teir vilja. Føroyingar eru ei longur einans føroyingar. Og føroyingar eru heldur ikki einans danskir statsborgarar í Føroyum. Nei, føroyingar eru alheimsborgarar - kosmopolittar - um okkum líkar tað ella ikki. Vesturheimurin setir øllum vesturlendskum tjóðum krøv um opinleika, og tey, ið ikki lúka hesi krøv verða skýrd sum "ikki rættsiktaði" ella "funda-mentalistar". Hvussu galið tað kann ganga, tá ið "føroyska vørumerkið" kemur í ilt ljós, sýna Karen H. Lennert og Annika Smith í endanum á sama lesarabrævi:
"Vit geva Høgna Hoydal rætt, tá ið hann ferð eftir ferð vísir á, at ríkisfelags-skapurin er við til at fáa føroyingar at renna undan ábyrgd. Í hesum samanhangi er sostatt talan um at renna undan ábyrgdini í mun til rættindini hjá før-oyska borgaranum. Hetta kjakið [um fosturtøku, red.] kundi tískil verið nýtt til at hugsa um hvat image man ynskir at vísa á í framtíðini [./.] Spurningur hevur verið reistur av bæði Nased Khader og Kamal Qureshi í Danmørk. Tað er jú hugkveikjandi, at javnstøðu-spurningurin kemur frá dønum, ið ikki eru upp-vaksnir við siðbundnu rørsluræðsluni mótvegis djúpu moralsku tvídrátt-un-um í ríkisfelagsskapinum. Tað ger teir kanska meiri klársýndar hvat viðvíkur dupultmoralin í danska samfelagnum, tá man einu-megin fordømir religiøsar fundamentalistar í útlond-um, meðan man samstundis velur at halda, at tílíkt ikki er at finna innanvert ríkis-felagsskapin, í hesum føri í Føroyum". (týtt úr donskum)
Líkamikið hvat man annars heldur um fostur-tøku-málið, so tykist eyðsýnt, at tað er eitt mark fyri hvussu "løgnir" og "fundamental-istiskir" føroyingar kunnu loyva sær at vera um vit vilja vera tikin fyri fult í alheims samfelagnum. Hinvegin eiga føroyingar at vera ernir av, at útlendingar tíma at brýggja seg um hvat hendir heima á Klettunum. Føroyingar hava í allar tíðir dugað at tikið nýggjar siðir til sín og samantvinna teir við gamla føroyska siðvenju. Sjálvandi er langt frá alt rætt, ið kemur uttan úr heimi. Men bara at krúpa inn í sína tryggu gágguskel og bíða eftir at "vandin" er av, tað er helst bara við til at gera ímyndina av Føroyum enn verri í útlondum.