Føroyar liggja frammarlaga, tá talan er um elframleiðslu burtur úr varandi orkukeldum so sum vatni og vindi. Tað vísir ein sammeting við onnur lond. Bæði í OECD og á alheims stigi liggja Føroyar frammarlaga innan elframleiðslu burtur úr varandi orkukeldum.
Tað verður staðfest í eini samanbering av framleiðslutølunum hjá SEV og tølum frá altjóða orkustovninum, IEA. Tølini eru at finna í bókini World Energy Outlook 2006, sum altjóða orkustovnurin gevur út.
Í 2004 stavaðu 61 prosent av samlaðu elframleiðsluni í OECD-londunum frá termiskari orku, og 23 prosent komu frá kjarnorku. Varandi orkukeldur vóru grundarlagið undir 16 prosentum av elframleiðluni í OECD ? 13 prosent komu frá vatnorku og trý prosent frá øðrum varandi orkukeldum so sum vindi.
Í 2005 stavaðu 45 prosent av elframleiðsluni í Føroyum frá varandi orku ? vatnorku og vindi. Termiska orkan var grundarlagið undir 55 prosentum av elframleiðsluni í Føroyum í 2005.
Sostatt liggja Føroyar væl oman fyri miðaltølini í OECD, tá talan er um at framleiðla el burtur úr varandi orkukeldum, skrivar SEV á heimasíðuni í dag.