- Tað er av stórum týdningi fyri grundarlagnum undir ferðavinnuni, at ferðafólk koma til landið, sigur Súsanna Sørensen. Við væl skipaðari og gjøgnumførdari marknaðarføring, ber tað til at hækka talið av útlendskum ferðafólkum, sum koma til Føroya.
Hon vísir á, at tað er dýrt at koyra stór lýsingarátøk uttanlands, til dømis kostar ein prentað blaðlýsing í einum stórum blaði nógv, men tað er ivasamt hvussu nógv hon munar. Í staðin skulu vit í Føroyum hyggja eftir øðrum marknaðarføringsmøguleikum, so sum gjøgnum alnótina. Fyrst og fremst skulu vit hava góðaar føroyskar heimasíður og harumframt kunnu vit velja at lýsa á heimasíðum hjá ávísum málbólkum, sum vit halda verða áhugaverdar fyri Føroyar. Til ber eisini á alnótini at máta úrslit av átøkum á alnótini rættiliga neyvt, soleiðis at tað ber til siga í hvønn mun tað arbeiðið virkar.
Tað er ein týdningarmikil og upplagdur møguleiki, at gera vart við Føroyar sum ferðavinnuland, á støðum, har Føroyar longu er í fokus. Í sambandi við ítróttartiltøk og listaframsýningar uttanlanda. Samvit skipaði, saman við Smyril Line og Atlandic Airways fyr tiltøkum fyri fjølmiðlum og ferðasmiðum í sambandi við landsdystin millum Føroyar og Italia í Moderna í fjør og eisini í sambandi við stóru føroysku listaframsýningini í Wien í ár, har yvir 80.000 vitjaðu. Tann málbólkurin, ið sær lýsingarnar verður beinleiðis og persónligt rokkin í tí rætta umhvørvinum.
Besta oyggjasamfelag
Í stóru kanningini, sum National Geographic Traveler gjørdi í fjør heys, vóru Føroyar valdar til at vera besta oyggjasamfelagið í heiminum av 522 serfrøðingum.
- Hetta er ein gyltur møguleiki hjá okkum at gera vart við Føroyar, og vit hava eisini nýtt úrslitið av kanningini aktivt í okkara marknaðarføring av Føroyum síðan. Asorurnar komu á eitt annað pláss, og tær nýta tað til lýsingar og vinnulig endamál, sigur Súsanna Sørensen. Hon heldur, at við at nýta kanningina til fulnar, hava Føroyar longu eitt sterkt grundarlag undir lýsingum, ið kunnu fáa fleiri at ferðast til Føroya. Hon metir, at ein slík kanning og at vit skulu brúka úrslitið av kanningini meira viðvíst í allari marknaðarføring av Føroyum.
Súsanna Sørensen heldur eitt uppskot vera at nýta hana í øllum ferðavinnulýsingum, ið verða nýttar uttanfyri landoddarnar. Til dømis við seta forsíðuna av National Geographic Traveler í einari lítlari mynd, sum eitt stempul ella búðmerki, á hvørja lýsing.
Samstarv er lykilin
Um vinnan og almenni myndugleikin innan ferðavinnu samstarva, er lættari og ikki minst bíligari at fáa nógv frá hondum. Ein týðandi partur av marknaðarføringin av Føroyum er at bjóða útlendskum fjølmiðlum til Føroyar. Umrøðan frá útlendskum fjølmiðlum hevur størri trúvirði enn um vit seta lýsingar í bløðini, og er eisini ein rættiliga bíligur háttur at fáa umrøðu uppá.
Hóast hugskotini eru nógv, so mugu bæði vilji og fígging til, áðrenn málið er rokkið. Nógv eru, ið ynskja at ferðavinnan í Føroyum fær betri dagar.