Føroyingar bera meg á lógvunum

BLÍÐSKAPUR Eg eri ófarin av føroyska blíðskapinum og hjálpseminum, sigur Chris Duff, sum hevur róð úr Skotlandi til Føroyar. Næsta ár kemur hann aftur til Føroya og tá hevur hann konuna við. Men tað verður á súkklu

- Føroyingar vita ikki, hvørjum beini teir skulu standa á.
Amerikanarin, Chris Duff, er óvfarin av føroyska blíðskapinum síðani hann, móður og troyttur, setti upp í Vági seinasta sunnudag, eftir at hava róð higar heilt úr Skotlandi.
Men Føroyar eru bara ein millumlending, tí hann ætlar sær at halda leiðina fram til Ísland í lítla, serbygda árabátinum, sum er 19 føtur langur.
Síðani hann kom higar, hevur hann ferðast eitt sindur runt í landinum.
- Hann dylir ikki fyri, at hann er ómetaliga takksamur fyri blíðskapin og hjálpsemi í Føroyum og allastaðni standa dyrnar opnar.
Hann steðgaði í Vági í tveir dagar og síðani róði hann til Sandvíkar.
- Sandvíkingar løgdu mær lag á og greiddi mær frá streymi og sjóvarfalli og søgdu mær, nær lagaliga løtan var at leggja á Suðuroyarfjørð.
- Tað rekur ómetaliga hart og streymurim kann vera rættiliga vandamikil hjá tí, sum ikki veit, hvat hann ger. Tí er tað er alneyðugt at vita eitt sindur um streym og eg læri hvønn dag, sigur hann.
Úr Sandvík róði hann til Skúvoyar, har hann gisti eina nátt.
- Eg ætlaði mær síðani til Havnar, men mátti seta upp í Skálavík, tí veðrið var ikki til vildar.
Í Skálavík endaði hann mitt í mentanarstevnuni, so har varð hann verandi í nakrar dagar.
- Hesar dagarnar lærdi eg ein hóp um føroyskar siðir og føroyska mentan. Eg dansaði føroyskan dans, hoyrdi góðan tónleik og fekk grind og grind og turt kjøt at eta.
- Alt samalt heilt fantastiskt, sigur Chris Duff.
Mánamorgunin kom hann so til Havnar og her hevur hann so verið í nakrar dagar.
Nú ætlar hann sær inn á Toftir, har hann skal hava fyrilestur fyri skúlabørnum um, hvussu stóran týdning tað hevur, at tey trúgva upp á egna mátt og megi.
Enn er óvist, nær hann fer úr Føroyum aftur, tí tað veldst alt um veður og vind.

Royndur rógvari
Men hvussu ber tað til, at hann hevur funnið upp á at gera hesar ferðirnar?
- Tað er ein góður spurningur og tað er ein longri søga, sigur Chris Duff.
Hann sigur, at hann hevur altíð havt áhuga fyri sjógvi.
Hann er úr lítla havnarbýnum Port Angeles, beint við Seattle í Washington á vesturstrond USA. Har búgva útvið 20.000 fólk.
- Í 1986 róði eg runt um alt stóra Bretland, Ongland, Skotland og Wales, í kajak.
Í 1996 róði eg runt um alt Írland, í 2000 róði eg runt um Nýsæland og í 2003, róði eg runt um Ísland, saman við tveimum øðrum.
- Síðani hevur tað spøkt í høvdinum á mær, hvussu eg kundi samanbinda Stóra Bretland og Ísland.
- Tá ið vit vóru í Íslandi, ferðaðust vit umvegis Føroyar við Norrønu, so eg kendi til Føroyar.
- Men tað ber ikki til at rógva hesa ferðina í Kajak og tískil gjørdi eg hendan árabátin.
Chris Duff er timburmaður og hevur gjørt tað mesta av bátinum sjálvur, sum eisini hevur eina lítla kahytt, har tað ber til at sova.

23 tímar út í eitt
Hetta er aðru ferð, Chris Duff roynir hendan teinin. Fyrru ferðina var í fjør, men tá mátti hann gevast rættiliga tíðliga, tí veðrið var ikki til vildar.
Tað hevur verið væl frægari hesuferð. Men teir síðstu 23 tímarnar róði hann út í eitt, tí veðurtíðindini vóru ivingarsom.
- Tað var akkurát so at tað gekk, men í Sumba mátti eg beint ígjøgnum tiltiknu Røstina, tí eg hevði ikki stundir at fara uttan um.
- Eg visti um Røstina, men veðurtíðindini vóru so keðilig, at eg kundi ikki steðga á og laga meg eftir rákinum og tí men eg mátti bara herja á,
- Tað er ringasta farvatn, eg havi verið í og besta royndin, hesin báturin kundi fáa.
Men hvaðani stavar so hesin áhugi fyri havinum?
- Eg veit ikki rættiliga. Eg var í amerikanska herflotanum í sjey ár, har eg var kavari.
Kanska er tað eisini haðani áhugin stavar.
- Men eg eri ómetaliga forvitin maður og eg føli meg hava nógv til felags við fólk, sum liva við havið og av havinum. Eg verði altíð drigin at sjónum og tað gevur mær ein ómetaligan sálarfrið at liggja einsamallur á havinum.

Á súkklu
Tann 54 ára gamli Chris Duff hevur verið giftur í fimm ár og hann sigur, at hetta verður helst hansara seinasta ferð við.
- Eg vil eisini fáa stundir til at ferðast við konu míni.
Chris Duff sigur, at hann vil ómetaliga fegin, at kona hansara, Lisa, eisini fær høvi til at koma til Føroyar og at hitta føroyingar.
- Tí ætli eg mær aftur til Føroya næsta ár við konu míni.
- Men tað verður á súkklu, leggur hann afturat.
Men fyrst skal hann til Ísland og tað er lættari sagt enn gjørt.
- Tann, sum ger eina slíka ferð, skal vera ómetaliga varin og veðrið skal vera til vildar.
Umframt at rógva, hevur Chris Duff eitt lítið segl og ein lítlan dreka, sum eisini dregur bátin fram, tá ið undanvindur er.
Men er tað ongantíð, at tú hevur hugsað, at nú er deyðin í durinum?
- Ájú. Tá ið eg róði runt Nýsæland, vóru aldurnar so stórar, at kajakkin brotnaði av um tvøran og tá stóð nógv á. Men eg vil kortini siga, at Røstin, suður úr Akrabergi, er ringasti sjógvur, eg havi róð í, sigur Chris Duff.
- Kveikir
- skúlabørn
-
- Amerikanarin, Chris Duff, sum hevur róð úr Skotlandi til Føroyar, er ein maður, sum fegin vil eggja øðrum til at halda seg framat.
- Í hesum sambandi heldur hann javnan fyrilestrar og nú hann er í Føroyum, hevur hann fyribils avtalað at halda fyrilestur í skúlanum á Toftum fyri børnunum har.
- - Eg tosi við børnini um, at tey skulu ikki ræðast avbjóðingar og um, hvussu stóran týdning tað hevur at hava álit á sær sjálvum og at trúgva á egna mátt og megi, sigur hann.
- - Vit eiga at eggja børnum til at leypa í tað og at taka við avbjóðinum ístaðin fyri at ræðast tær.
- Hann sigur, at eru aðrir skúlar ella bólkar, sum eru áhugaðir, heldur hann fegin fleiri fyrilestrar.
- Men hann hevur ikki fartelefon ella teldu, so tað er bara ein máti at fáa fatur á honum og tað er at leita eftir eyðkenda, appilsinlitta árabátinum at vita, hvar hann er at finna.
- Men hann vísir eisini á, at so skjótt veðrið er til vildar, má hann fara.
-