Útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum vaks munandi í fjør, aftur ímóti tí, tað var í 2008 og 2009.
Tað staðfestir Umhvørvisstovan.
Yvirskipaða málið er, at útlátið skal verða minkað 20% í 2020 og Umhvørvisstovan staðfestir, at í 2010 var útlátið av vakstrarhúsgassi 4% lægri enn tað var í støðisárinum 2005.
- Men eftir at útlátið minkaði tvey ár á rað, vísir uppgerðin fyri 2010, at útlátið aftur er munandi vaksið.
Tann fyrsta talvan vísir gongdina í útlátinum av vakstrarhúsgassi í Føroyum frá 2005-2010.
Reyða punkteraða linjan vísir málið, sum er 20% undir útlátið í 2005. Útlendsk fiskiskip eru ikki íroknað.
Onnur talvan vísir gongdina í útlátinum frá upphiting árini 2005-2010. Reyða punkteraða linjan vísir málið, sum er 50% undir útlátið í 2005.
Umhvørvisstovan vísir á, at seinnu árini er alt meira olja brúkt til at at gera streym við, ikki minst í 2010.
Staðfestast kann at lutfalsliga minni partur av streyminum verður gjørdur úr varandi orkukeldum.
Sostatt gerst útlátið av vakstrarhúsgassi eisini størri.
Triðja talvan vísir gongdina í partinum av elframleiðsluni, ið stavar frá varandi orkukeldum tíðarskeiðið 2005-2010 og sum tað sæst, gongur kurvan niðureftir.
Av tí at elframleiðslan í 2010 var nógv darvað av trupulleikum við framleiðslukervinum, er sannlíkt, at størri partur av elframleiðsluni fer at verða framleiddur úr varandi orku hesi næstu árini.