Føroyingar í Danmark verða nú kannaðir fyri CTD

Danska heilsustýrið kunnger nú, at føroyingar í Danmark nú kunnu lata seg kanna fyri sjúkuna CTD - eins og í Føroyum. Kanningin fer fram við einari blóðroynd, har staðfest verður, um fólk eru sjúk ella ikki. Eins og gjørt verður her í Føroyum.

Sambært heimasíðuni hjá Sundhedsstyrelsen, www.sst.dk, skulu føroyingarnir venda sær til sín egna lækna, sum so skipar fyri kanningini og sendir hana til Statens Serum Institut.

Á heimasíðuni hjá Sundhedsstyrelsen verður eisini greitt eitt sindur frá um sjúkuna, og um tilboðið, sum nú verður sett í verk fyri føroyingar í Danmark.

Higartil kenna vit fleiri dømi um, at føroyingar hava ikki verið tiknir í álvara av donskum heilsumyndugleikum, tá teir hava vent sær til teirra at verða kannaðir. Snøgt sagt tí sjúkan CTD er so ókend í Danmark.

Men nú skuldi hetta verið komið upp á pláss, tí danska heilsustýrið sendir í hesum døgum kunnandi tilfar út til kommunulæknar, sum virka í Danmark.

Men framvegis liggur eftir, at kunna útisetarnar um vandan við CTD. Til hetta sigur Peter Saugmann-Jensen, deildarlækni í Sundhedsstyrelsen, við Sosialin og Portalin, at ongar ætlanir eru um at seta í verk eina landsumfatandi kunningarherferð ella á annan hátt, at royna at røkka føroyingum í Danmark.

Stýrið roknar við, at útisetar frætta um vandan við CTD frá avvarðandi í Føroyum, ella at kommunulæknarnir eru varugir við hetta, tá føroyingar venda sær til teirra.