- Føroyar hava latið seg í gulu føraratroyggjuna og tí er hetta eitt einastandandi høvi at verða undangonguland, sum onnur fara at brúka sum fyridømi.
Hetta er skoðsmálið, sum nýggja talgilda sjúklingaskráin hjá heilsuverkinum fær frá Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Almanna- og heilsumálaráðnum.
Slíkar heilsuskipanir eru vanligar aðrastaðni. Men føroyska skipanin er tann fyrsta, har allir upplýsingarnir um hvønn einasta sjúkling eru goymdi á sama staði.
Hetta fer at gera tað munandi skjótari, effektivari og greiðari hjá læknum og øðrum heilsustarvsfólki, at fáa allar neyðugar upplýsingar um sjúklingar.
Og tað kann bjarga mannalívum, tá ið harðast leikar á.
Talan er um eina talgilda sjúklingaskrá, sum arbeitt hevur verið við í eina tíð.
Men nú er komið so langt, at THS skipanin, ella Talgilda Heilsuskipanin, sum hon eitur, varð handað almanna- og heilsumálaráðnum á lítlari samkomu á ráðnum fríggjadagin.
- Fremsta endamálið var at fáa eina skipan, sum hjálpir starvsfólki í heilsuverkinum at gera teirra arbeiði, sum er at geva sjúklingum eina góða tænastu, segði Hans Pauli Strøm, tá ið hann tók ímóti skipanini.
Hann leggur afturat, at tey, sum longu eru farin at brúka skipanina, eru so væl nøgd, at tey kundu ikki hugsað sær at verið hana fyriuttan og teirra tilmælið er, at skipanin verður ment enn meiri.
Eisini umboð fyri tey, sum hava ment skipanina, kalla hetta ein varða á økinum.
Ein sjúklingur-ein journal
Skipanin merkir, at hvør sjúklingur hevur bara eina og somu sjúklingaskrá, hvar í heilsuverkinum, hann so enn er staddur.
Og tað er ein skipan, sum er eitt eindømi og sum onnur lond øvunda okkum. Tí kunnu Føroyar gerast undangonguland á hesum øki, segði landsstýrismaðurin.
- Í hesum føri, hava vit gingið á odda og vit eru fyrsta land í heiminum, sum hevur ein samanhangandi sjúklingaskrá.
- Nú er tað nógv tryggari at verða sjúklingur, varð ført fram á samkomuni.
Nú ber tað til at bíleggja blóðroyndir, heilivág, røntgenmyndir og aðrar kanningar beinleiðis umvegis telduna og fáa svarið beinleiðis á telduna.
Trygdin í hásæti
At hvør sjúklingur nú hevur eina og somu journal í øllum heilsuverkinum, merkir ikki, at ein og hvør sleppur framat øllum upplýsingum.
Tvørturímóti er alstórur dentur lagdur á trygdina og at ein og hvør ikki sleppur framat øllum upplýsingum.
- Skipanin er soleiðis snikkað saman, at hvørt starvsfólk sleppur bara framt teimum upplýsingum, sum fakligur tørvur er á at fáa og óviðkomandi sleppa ikki framat nøkrum, tey ikki hava brúk fyri at vita.
- Men í neyðstøðu ber til hjá læknum at fáa aðrar upplýsingar úr sjúklingaskránni, men so verður tað skrásett automatiskt í skipanini, hvør hevur fingið hesar upplýsingarnar og viðkomandi skal so grundgeva fyri, hví tað var neyðugt at fáa teir.
Men tað ber eisini til hjá sjúklingunum at biðja um, at ávísir upplýsingar ella allir upplýsingarnir verða fjaldir í skipanini, so at tað ikki slepst framat teimum.
Harafturat hevur sjúklingaskráin eisini fleiri aðrar innbygdar trygdarskipanir. Soleiðis ávarar skipanin automatiskt, er talan um ávísan heilivág ein sjúklingur ikki tolir, ella um sjúklingurin er ovurviðkvæmir fyri ávísum evnum.
Skipanin ávarar eisini automatiskt, er ætlanin at geva einum sjúklingi heilivág, sum ikki riggar so væl saman við øðrum heilivági, sjúklingurin fær frammanundan.
Hóast sjúklingaskráin nú er talgild, verður ikki talan um, at hvør sjúklingur sær atgongd til sína egnu skrá.
- So langt er skipanin ikki ment enn, men tað kann væl hugsast, at einaferð í framtíðini koma vit hartil, at vit fáa eina skipan sum ger, at hvør einstakur sjúklingur umvegis heimatelduna fær innlit í sína egnu sjúklingaskrá, sigur Allan Skaalum, stjóri á Landssjúkrahúsinum.
Fáa upplýsingar um sjúklingar á skerminum
Við eini talgildari heilsuskipan, sum nú er sett í verk, ber til hjá sjúkrahúsum og kommunulæknum at bíleggja blóðroyndir og røntgenmyndir og at lesa svarið beinleiðis á telduskerminum
Tað eru WM-data og Sam-teld, sum hava latið talgildu heilsuskipanina, sum helsuverkið nú hevur yvirtikið.
Longu nú verður talgilda heilsuskipanin brúkt dagliga á fleiri øki í heilsuverkinum, og samstundis er ein ætlan løgd fyri, hvussu restin av heilsuverkinum skal knýtast upp í skipanina.
Í løtuni eru tað seks kommunulæknar sum brúka skipanina, umframt medisinska ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum, kommunulæknavaktin, barnadeildin og Oyrna- næsa- og hálsdeildin.
Tilsamans er einir 300 brúkarir stovnaðir í skipanini og av teimum brúka einir 50 hana dagliga, sigur Almanna- og heilsumálaráðið.
Næsta stigið er at seta skipanina í verk í restini av Landssjúkrahúsinum, á Klaksvíkar sjúkrahúsi, á Suðuroyar sjúkarhúsi og hjá teimum kommunulæknum, sum vilja hava hana.
Kommunulæknar verða nevniliga ikki tvingaðir at brúka skipanina.
Almanna- og heilsumálaráðið sigur, at tað slepst ikki uttanum, at KT er ein natúrligur partur av virkseminum í einum samfelag eisini í heilsuverkinum.
Tí er arbeiðið at seta í skipanina raðfest høgt í Almanna- og heilsumálaráðnum.
Málið er, at skipanin skal verða tikin í nýtslu í øllum heilsuverkinum við ársenda 2008.