Føroyingar í Hetlandi

Tað vóru ikki færri enn 18 føroyskir bridgespælarar, ið hóskvøldið 14. oktober hildu avstað til Leirwick at spæla bridge móti Hetlendingum

Bridge

Fríggjakvøldið varð ein parakapping leikt. Hana vunnu Jan Petersen og Hermundur Johannesen, meðan eitt par úr hetlandi gjørdist nummar tvey, Eyávlur Johansen og Øssur av Steigum gjørdist nummar trý.
Leygardagin vóru tvær kappingar á skránni. Ein liðkapping og ein einstaklinga-kapping.
Liðkappingina vann føroyska liðið við: Jan Petersen, Hermundur Johannesen, Jákup Hjaltalin og Kaj Alstrup.
Einstaklingakappingina, ið varð leikt leygarkvøldið, vann Bogi Simonsen.
Sigast kann ikki annað enn at túrurin var framúr góður, og hetlendingar vóru sera blíðir, og vildu teir eisini fegnir hava føroyingar á vitjan aftur.
Smyril Line vísti eisini ferðalagnum stóra vælvild, so heilt óhugsandi er tað ikki, at ferðin verður endurtikin.

FM kappingin í Bridge byrjar
Liðkappingin í Bridge byrjar hetta vikuskiftið í Sørvági. Spælt verður í Sørvágs skúla. Byrjað verður fríggjakvøldið 22. kl. 19. Leygarmorgunin kl. 10 er næsta umfar á skránni, og triðja umfar byrjar kl. 14.30.

Barometur Grand-Prix - parkapping
Sunnudagin kl. 14 verður almenn parkapping, har uppgerðin fer fram við barometri. T.v.s. at ein allatíðina kann síggja, hvørja støðu hvør einstakur hevur í kappingini.
Hendan er fyrsta av fýra Grand Prix par-kappingum. Ein vinnari verður funnin sunnudagin. Tá fjórða kappingin hevur verið í Klaksvík sunnudagin, 10. apríl 2005, verður ein samlaður vinnari funnin fyri árið. Tilmelding fer fram á staðnum ella á tlf.nr. 744741 (eisini vid SMS boðum) í seinasta lagi 15 min. áðrenn kappingin byrjar.
Kappingin í ár er nakað serligt, ikki færri enn 18 lið hava boða frá luttøku. Hetta merkir, at neyðugt hevur verið at stovnað eina 3. deild.
Spenningurin undan kappingini er sera stórur. Í 1.deild fer dysturin helst at standa millum føroyameistaranar frá í fjør, sum var liðið hjá Boga Simonsen og liðið hjá Allani Dal- Christiansen, ið gjørdist nummar tvey.
Í 2. deild eru fleiri lið, ið koma at kappast um at flyta upp. Liðið hjá Óla Holm og liðið hjá Jórun Johannesen eru helst bestu boð uppá ein uppflytara.
Í 3 deild eru fleiri sera sterk lið, eitt nú liðið hjá Carl Mikkelsen og liðið hjá Marjun Restorff. Hesi lið hava fleiri spælarar, sum í fleiri ár hava leikt við í 1.deild.