Føroyingar og russar styrkja samstarvið

Í løtuni hava føroyingar tætt samstarv við Russland. Við nýggja handilssáttmálanum og støðuga talinum av vitjandi russiskum skipum, tykist áhugin frá russiskari síðu at vera stórur og vaksandi. Næsta stigið verður væntandi ein russiskur konsul í Føroyum


 

Samstarv

Russisku skipini í Nólsoyarfirði eru ein sjón, sum flest øll kenna aftur. Hesi, oftani rustaðu skipini, mynda saman við nøkrum trolarum partin av tí russiska flotanum, ið vitjar í Føroyum. Hetta eru stór skip við nógvum fólki umborð, og tey kasta eisini eitt sindur av sær í havna- og landskassan. Hesi góðu skip eru tað, sum vit føroyingar síggja mest til av handilssamstarvinum við Russland. Skipini eru aloftani heldur ikki so illa fyri, sum flest okkara helst halda, heldur Ivan Eginsson, skipsagentur á Skipafelagnum, fyri.

Samstarvið við Russland, og harvið russisku skipini, er ikki nakað nýtt hugtak í føroyskari handilssøgu, tá ið samstarv og samhandil við russar gongur nógv ár aftur í tíðina. Í dag hava russar stórar kvotur í føroyskum sjógvi, og eisini verður tann sokallaði russarafiskurin virkaður í Føroyum.


350 um árið

Tað felagið, sum hevur einamest samband við russar og serstakliga russisk fiskifør, er Skipafelagið Føroyar. Ein partur av virkseminum hjá fyritøkuni er at virka sum agentar fyri skip. Av teimum umleið 500 førunum, sum teir taka sær av um árið, so eru eini 350 av hesum russisk, ella gott og væl tveir triðjingar. Uppgávan hjá agentunum er at vera forlangdi armurin hjá reiðarínum, tá ið skipini vitja í Føroyum. Agentarnir skulu taka sær av øllum praktiskum viðurskiftum, eins og teir skulu skipa fyri, at skip og skipari fáa allar vørur og annað, sum teimum tørvar. Eisini kemur tað fyri, at onkur skal hava læknahjálp av onkrum slag. Tað er tó vorðið alsamt meira sjálvsamt, at menn umborð á skipunum loypa fyri borð, svimja til lands og biðja um politiskt friðskjól.

Á Clearence and Agency deildini hjá Skipafelagnum, sum tekur sær av at umboða útlendsku skipini í Føroyum, starvast fýra fólk. Tað er einamest russiskt-føroyski Ivan Eginsson, sum tekur sær av teimum vitjandi russisku skipunum. Hansara uppgáva er at fara umborð á tey russisku skipini. Umborð greiðir hann øll pappírini og samskiftir við skiparan um, hvørji ynskir hann og manning nú einaferð hava. Tá vitjaninar frá russiskum skipum eru so nógvar og títtar, so er tað rættiliga javnan, at hann vitjar umborð á skipunum.

Ivan greiðir frá, at Skipafelagið hevur serkunnleika við russiskum viðurskiftum, og hetta eisini er nakað, sum skipini seta stóran prís uppá.

Deildarleiðari fyri agency deildina er Árni Dam. Umframt Árna og Ivan eru eisini Karl Erik Reynheim, Maria á Lava og Halgir Dahl-Olsen. Hann hevur verið virkin við hesum slagi av virksemi í nógv ár. Hann greiðir frá, at Skipafelagið hevur at kalla alla sína tíð havt tætt samband við Russland. Tað fyrsta hann minnist er sildahandilin, sum byrjaði í 1947. Síðani hava russar mynda stóran part av vitjandi fiskiførunum í føroyskum sjógvi. Bæði Árni og Ivan eru samdir um, at tað tykist sum um, at russar eru glaðir fyri føroyingar og at samstarva við føroyingar. Teir halda eisini, at hetta er eitt vinnu- og vinasamstarv, sum føroyingar so avgjørt eiga at hugsa um at útbyggja og styrkja. Í hesum sambandi nevna teir eisini, at Skipagfelagið bæði hevur verið og ynskir at vera ein týðandi millumliður millum Føroyar og Russland. Tá russar hava vitjað í Føroyum, so hevur Skipafelagið eisini verið við í samskiftinum við russar.

Teir halda fyri, at russar hava verið millum teir frægastu at stuðla og birta lív í føroyska vinnu. Samstundis siga teir ikki nógvan sannleika vera í leysasøgunum um, at russisku skipini ikki gjalda fyri seg og eru í ógvuliga ringum standi.


Konsulat

Sambært galdandi avtalum, kunnu russar fiska 105.000 tons av svatkjafti og 10.000 tons av makrel í føroyskum sjógvi. Føroyingar kunnu fiska 8.200 tons av toski, 10.000 av lodnu umframt hýsu, flatfisk og rækir í russiskum sjógvi, hetta upplýsir Ulla Svarrer Vang, fulltrúi í fiskimálastýrinum. Sum áður nevnt, virka føroysk flakavirki eisini eitt sindur av tí sokallaða russarafiskinum. Kvoturnar byggja á fiskivinnusamstarv landanum millum.

Í summar sessaðust russar og føroyingar aftur við samráðingarborðið fyri at samráðast um ein MFN-sáttmála, t.e. most favored nation. Hesin sáttmálin fer at merkja, at føroyingar og russar veita hvørjum øðrum lægsta toll og avgjøld. Tað ber kanska til at siga, at hetta er tað tættasta tú kemur upp at einum fríhandilssáttmála.

Herluf Sigvaldsson, leiðari fyri uttanlandsdeildina hjá løgmansskrivstovuna, sigur, at samráðingar sum so eru lidnar, og ætlanin er nú at fara yvir til Russlands at undirskriva, men hetta er eitt mál, sum meira liggur hjá russum og dønum í løtuni.

Árni Olafson á danska uttanríkismálaráðnum, sigur, at sáttmálin væntandi verður undirskrivaður í ár yviri í Russlandi.

Tá hesin sáttmálin er undirskrivaður verður væntandi farið undir at samráðast um ein fríhandilssáttmála.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, greiðir frá, at tað enn ikki er settur nakar dagur, nær farið verður avstað ella hvør skal við yvir til Russlands. Hann sigur, at tað møguliga eisini vera partar av vinnuni við á ferðini yvir.

Bæði Anfinn Kallsberg og Árni Olafson kenna til tankan um ein russiskan konsul í Føroyum, men hetta er danskt málsøki. Eftir hvat Sosialurin skilir, so verður russiski konsulin tilnevndur í sambandi við føroysku vitjanina í Russlandi. Tað eydnaðist tó ikki at fáa hetta váttað, áðrenn blaðið fór til prentingar.