- Eg kann ikki hugsa mær einar Føroyar uttan grindadráp.
Tað staðfestir Tórhallur Halldórsson, granskari.
Hann granskar sambandið ímillum skaðilig evni og fólkaheilsu, eitt nú á Statens Seruminstitutt í Danmark.
Hann var við á aðalfundinum hjá Grindamannafelagnum leygardagin.
Á fundinum gjørdi tey rættiliga nógv burtur úr spurninginum um føroyingar framhaldandi skulu eta grind yvirhøvur.
Í hesum sambandi varð víst til Pál Weihe, granskara, og Høgna Debes Joensen, landslækna, sum hava boðað frá, at grind er so illa dálkað, at hon er ikki hóskandi mannaføði og tískil mæltu teir føroyingum frá at eta grind.
Á aðalfundinum hjá Grindamannafelagnum vísti Tórhallur Halldórsson á, at gransking av hesum slagi, og tey tilmæli, sum verða givin í kjalarvørrinum á tí, eru fyri at verja fólk.
Hann heldur eisini, at hetta er nakað, myndugleikarnir hava skyldu til fyri at verja fólkið og tað eiga fólk at taka til sín.
- Men tað krevur, at granskarar hava ís í búkinum, tí í veruleikanum er tað bara tíðin, sum vísir, um tilmælini eru røtt ella ikki.
Ongin null hugsjón
Tórhallur Halldórsson ásannar, at tá ið slík avgjørd tilmæli koma um, at vit skulu heilt gevast at eta grind, kann tað elva til trupulleikar.
Hann heldur, at tað snýr seg um at finna eina javnvág ímillum alt ella einki, og hann heldur, at tað ber væl til.
- Vit mæla eisini fólki frá at drekka ein litur av sodavatni um dagin, men nógv gera tað kortini.
- Vit vita somuleiðis, at í stórbýum er luftin so illa dálkað at tað kann elva til alskyns sjúkur at anda hana í seg.
- Men skal tað broytast, fer tað at fáa sera stórar fíggjarligar og mentanarligar avleiðingar.
- Vit skulu ikki stremba ímóti eini null-hughsjón á hesum øki. Tað er gott at hava lágt blóðtrýst, men fer tað niður á 0, er tað ikki gott, helt hann skemtiliga fyri.
- Tað snýr seg um at finna eina javnvág, har fíggjarlig og mentanarlig atlit verða sigur íslendski granskarin.
Hann staðfestir, at grind er ein týdningarmikil, mentanarligur siðaarvur.
- Eg dugi illa at hugsa mær Grønland uttan kópa –og ísbjarnaveiði. Eg dugi ikki
at hugsa mær Ísland uttan eldgos og búskaparkreppu og eg dugi ikki at hugsa mær einar Føroyar uttan grindadráp, helt hann fryntliga fyri.
Og Tórhallur Halldórsson heldur, at tað ber væl til at samantvinna eitt kosttilmæli og landsins mentan.
Hinvegin legði hann dent á, at smábørn og barnakonur eru í eini heilt serligari og viðbreknari støðu og skulu vísa eitt heilt serligt varsemi.
Men tað er ikki bara galdandi fyri grind, tí tað er so nógvur, vit mæla barnakonum til at halda seg frá.
Annars hevur kyksilvur eina helvtartíð upp á ein góðan mánað, so tað ber væl til hjá kvinnum, sum ætla sær at verða við barn, at leggja til rættis og at gevast at eta grind nakað fyrr.
Tó eru tað onnur evni í grind, sum hava væl longri um at hvørva úr kroppinum.
Men tað ber væl til, at sameina tilmælið ímóti at eta grind við tað, at vit eta eitt sindur av grind, heldur íslendski granskarin.
Kom sum ein skelkur
Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum er eitt sindur meiri kontantur.
Hann helt skemtiliga fyri, at ein heilt Phd ritgerð er skrivað um, hvussu tað er best at flysa eitt súrepli.
- Niðurstøðan var, at tað kann gera tað sama hvussu tað verður flust, tí øll tey skaðiligu evnini eru í skalinum, men tað eru øll tey gagnligu evnini eisini.
Hann fortalti eisini ein søga um ein, sum helt, tað kundi alt gera tað sama við hesi dálkingini, tí árinini av henni sóust ikki fyrrenn tú vart deyður.
Bjarni Mikkelsen heldur, at spurningurin er ikki so svart-hvítur, sum tað, at vit skulu bara gevast at eta grind.
Hann vísir á, at nýtslan av grind er munandi minkað seinastu árini.
- Veiðan er tann sama, men fólkatalið veksur alsamt. Sostatt er nýtslan av grind upp á fólkið kanska minkað ein triðing.
Hann helt tilmælið um, at vit skulu gevast at eta grind, var bæði skelkandi og óheppið og tað var øgiliga harmiligt, at eitt so avgjørt tilmæli varð almannakunngjørt.
- Í fjør útvegaðu vit eini 350 tons av tvøsti og spiki og tað er ókeypis matur.
Og hann ivaðist stórliga í um annar matur er nakað frægari, tí tað er eisini nógv dálkingarevni í breyði og korni og øðrum
Hann skilir ikki áheitanin um at biðja føroyingar gevast at eta grind og ístaðin eta meiri av oljuberum og øðrum, heilsugóðum, suðurevropiskum kosti.
- Tað er veruleikafjart at biðja føroyingar broyta matvanarnar so grundleggjandi.
- Og feskt grønmeti heldur sær bara til tú ert komin úr handlinum til húsar við tí, so er tað spilt, helt Bjarni Mikkelsen turrisliga fyri.