Grønland: Kristna útvarpsrásin Lindin hevði í hesum sambandi eina serstaka stuðulssending leygarkvøldið undan páskum.
Í hesi sendingini høvdu lurtarar kring landið høvið at stuðla ætlanini, við at ringja inn og tekna teg fyri eina ávísa peningaliga upphædd.
Í sendingini vóru áhugaverd prát við fólk í Grønlandi og við fólk her á landi, sum hava eitthvørt serstakt at siga frá í samband við Grønland.
Eisini luttóku sangararnir Martin Joensen, Sigrid Rasmussen, Theodor Petersen, Birgit Thomsen, Bárður á Lakjuni, Karl Johannesen og onnur.
Hetta kvøldið vóru savnaðar um 80.000 krónur inn til hesa ætlaðu útvarpsrásina.
- Einki er at ivast í, at ein evangelisk sendistøð sum henda fer at hava stóran týdning fyri eitt fólk, sum er so spjatt og hevur so stóran tørv sum Grønland, verður sagt úr Lindini.
Lindin hevur seinastu árini savnað pening inn til ymisk evangelisk arbeiði kring heimin. Í fjør varð gjørt av, at peningurin skuldi latast til "Børn kring heimin". Hetta tiltak fevndi um stuðul til trý støð - eitt gentuheim í Nakuru í Kenya, summarlegur fyri børn í Rumenia og stuðul til arbeiðið millum børn í Kiev í Ukreina.
Aftanfyri ætlanina stendur felagsskapurin INO, sum er ein stytting fyri "Inuunerup Nutaap Oqaluffa". Hesin felagsskapurin fevnir um sjey kristnar samkomur, sum liggja í Nuuk, Maniitsoq, Sisimiut, Aasiaat, Ilulissat, Kullorsuaq og Upernavik.