Ólavur í Ólavsstovu og Pætur Jørgensen ganga báðir á ítróttarskúlanum í Oure hetta skúlaárið. Sum vera man, so hevur skúlin eisini eitt lið við í stóru donsku kappingini fyri skúlar, og her hevur gingist væl hjá Oure.
Í sínum øki ? tað er Eysturfjón ? er Oure nú komið fram til hálvfinalurnar. Fjórðingsfinaluna vunnu teir ikki minni enn 9-0 á útivølli, og í Ekstra Blaðnum, sum er høvuðsstuðul til kappingina, varð hetta eisini lagt til merkis. Eitt nú skrivaði blaðið eftir dystin í 1/8-finaluni um liðið, at teir heilt avgjørt vóru ávegis Parkini, har finaludystirnir verða leiktir, og ikki minst fingu teir báðir føroysku leikararnir á liðnum rós fyri síni avrik.