Tað er myndamaðurin Benjamin Rasmussen, sum hevur tikið forsíðumyndina fyri Time Magazine, tá blaðfólk frá Time Magazine fyri stuttum vóru til eksklusiva vitjan í Hvítu Húsunum og fingið samrøðu við forsetan.
Benjamin Rasmussen er fríyrkis myndamaður, og hann býr í Denver í Colorado. Pápi Benjamin er føroyingur og mamman er amerikonsk. Hann er uppvaksin á Filipsoyggjunum, har foreldur hansara virkaðu sum trúboðarar í einum ættarbólki í syðra parti av landinum.
Hann hevur sum myndamaður vunnið fleiri viðurslønir og hevur tikið myndir fyri fleiri viðurkendar miðlar, harímillum Vogue Magazine og The New York Times.
TRÝST HER fyri at síggja grein og myndir í Time Magazine