Føroyingur við í danskari landsliðsbók

Herfyri kom ein bók út við profilum av teimum 2198 leikarunum, sum seinastu mongu árini hava umboðað tey ymisku donsku fótbóltslandsliðini. Bert ein av hesum mongu leikarum hevur umboðað tvinni lond í sínari fótbóltstíð, og tað er føroyingurin Oddmar Færø, sum hevur spælt á danska unglingalandsliðnum, og seinni leikti hann á føroyska A-landsliðnum.
Tá ið Oddmar Færø leikti á danska unglingalandsliðnum, var hann liðfelagi við so mætar leikarar sum Peter Schmeichel og Michael Laudrup. Oddmar flutti eftir hetta til Føroya, har hann gjørdi vart við seg á bestu liðunum hjá ávíkavist B68 og B36. Í Danmark leikti Oddmar Færø við Glostrup IC.