Edna Maria Debes, Marita Káradóttir Petersen og Tinna Berg Jørgensen luttóku leygardagin í Glostrup Games, ið er ein av størstu ungdómskappingum í Danmark.
16 ára gamla Edna Maria kappaðist í bólkinum gentur 16-17 ár. Hennara primera grein er 100 m, men hon eigur tó føroyska metið í hæddarlopi. Tí hevði hon avgjørt at melda til í báðum. Edna Maria hevur stríðst við ein skaða stóran part av vetrinum, og tí valdi hon at gevast, eftir at hon kom uppum 1,35 m í fyrstu roynd í hæddarlopi fyri at vera so væl fyri sum gjørligt á 100 m. Edna Maria fekk gullmerkið fyri avrikið í hæddarlopi. Á 100 m sást tíanverri at skaðin hevur ávirkað venjingina, men hóast hetta, so megnaði hon at renna 14,00 s í lítlum mótvindi. Tað svarar til elitukravið hjá 19 ára gomlum.
15 ára gamla Marita byrjaði við spjótkasti. Har upplivdi hon, at reglurnar í Danmark eru broyttar í ár, soleiðis at gentur 14-15 nú skulu kasta við 500 g tungum spjótum, í mun til 600 g, ið var støðan í 2012. Hetta var fyrsta kapping yvirhøvur hjá Maritu við 500 g spjótinum. Longu í fyrsta umfari kastaði hon spjótið út á 32,48 m. Hóast hon var nær við, so gjørdist fyrsta kast hennara tað longsta. Úrslitið rakk til eitt bronsumerki í sterku kappingini. Næsta kapping hjá Maritu var longdarlop. Her hevur hon arbeitt við atrenningini í seinastuni, og tað merkir, at timingin í lopinum skal broytast. Tað eydnaðist ikki heilt hesaferð, og lendi Marita úti í 3,99 m í hennara longsta lopi.
13 ára gamla Tinna byrjaði á 100 m teininum. Her fekk hon víst, at hon er um at koma í form aftur, tí hon kom á mál við tíðini 14,33 s. Hetta er næstbesta tíð á 100 m hjá henni. Tinna helt fram til longdarlop. Her vildi tó ikki bera til, tí í trimum royndum bleiv tað til tvey yvirtrakk og eitt fyri hana miseydnað lop, ið bleiv mált til 3,54 m.