Føroysk sjarmuferð í Murmansk

Nógv føroyskt virksemi er í Russlandi í hesum døgum. Í gjár bórust tíðindini, at føroysku fólkatingslimirnir Sjúrður Skaale og Magni Arge vóru á veg til Russlands í samband við eina ráðstevnu fyri parlamentarikarar í arktiska økinum, og í dag kunngerð Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, at fleiri føroyskir stovnar, fyritøkur og føroyski sendimaðurin til Russlands luttaka í einum vinnu átakið í Murmansk.


Tað er Sendistova Føroya í Russlandi og landslutamyndugleikarnir í Murmansk, ið skipa fyri einum public diplomacy og vinnu átaki, ið varpar ljós á týdningin av tøkni, vitanartungum framleiðsluvørum og tænastum, umframt munadyggum almennum eftirliti og gransking í eini burðardygga ali- og fiskavinnu, upplýsir Uttanríkis- og Vinnumálaráðið í tíðindaskrivi í dag.


Fyrsta punktið á skránni er ein fundur millum føroysku sendinevndina, harímillum Bjørn Kunoy, føroyski sendimaðurin til Russlands, og Marinu Kovtun, guvenør í Murmansk. Upplýst verður, at á fundinum verða evni av felags áhuga umrødd, umframt í hvønn mun Murmansk kann fáa ágóða av føroyskari vitan og gransking, innan tøkni, reglugerð og almennum eftirliti í alivinnu.


Í føroysku toyminum eru millum annað umboð fyri Fiskaaling og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sum í morgin fara at halda fyrilestur um føroyska gransking og almenna eftirliti innan alivinnu. Eisini fara JT Electric, KJ Hydraulik, Petur Larsen og Rock Trawldoors at vísa fram vørur og tænastur innan ali- og fiskavirking og fiskivinnu, upplýsir Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.