Føroyska Franka í fínum selskapi

Føroysk songkvinna sloppin við í donsku Karrierekanonen

Føroyska Franka roynir seg í Karrierekanonen hjá Danmarks Radio, ein kapping, ið hevur fostrað nøkur av stóru nøvnunum á danska tónleikapallinum. ?
Nøvn sum Magtens Korridorer, Rasmus Nøhr, Marie Key og Tue West eru í dag í toppinum av donskum tónleiki, men tey byrjaðu sína ferð móti toppinum, tá tey luttóku í Karrierekanonen, ið verður mett sum størsta talentmenningarskipanin í donskum tónleiki.
Av teimum tilmeldaðu skulu 12 nøvn veljast burturúr, at kappast í Karrierekanonen.??
Hon er ein av teimum, ið hevur meldað seg til Karrierekanonen, við tveimum løgum “Brace Positions og “BBB”, ið bæði ferðast innan fyri modernaða elektroniska tónleikin. Franka er annars áður kend innan punk og grunge, og brúkti einaferð navnið Helena Mur Mur.
Tað er Danmarks Radio, sum í samstarvi við tónleikamenningarfelagið Bandakademiet og Smukfest festivalin í Skanderborg.
Tey, ið kappast, fáa sín tónleik spældan í DR P3, og DR P6 Beat, umframt at tey fáa køna vegleiðing í at menna seg frá Bandakademiet, so tey eru klár at framføra á ársins Smukfest.