Føroyska barnasmílið hevur ikki verið hvítari síðani monopolhandilin var tikin av í 1856 og siroppur gjørdist gerandiskostur kring landið.
Nú hálva aðruøld aftan á ? og aftan á at føroyska tonnin hevur ferðast heilt har niðri, sum liturin er svartur og pínan øgilig ? sær aftur bjartari út. Sambært Føroya Tannlæknafelag er orsøkin einføld. Miðvísur tannrøktarpolitikkur gevur hvítari og betri tenn.
Síðan 1991 hava allar tenn hjá føroyskum skúlabørnum verið skrásettar fyri tannsjúkur. Hetta hevur verið gjørt eftir WHO-leisti, og skrásetingarhátturin hevur verið tann sami, sum í grannalondunum.
Hjá sjey ára gomlum børnum er talið á frískum barnatonnum vaksi úr umleið 60 prosentum í 1991 upp í 80 prosent í 1997.
Hjá 15 ára gomlum børnum hevur ikki rættiliga bragdað fyrr enn nú. Seinasta árið er góðu tenninar farnar úr 10 prosentum upp í 14,5 prosent, meðan talið á beinleiðis vánaligum er minkað við 4 prosentum niður í 40 prosent.
Hetta vær SEF-nevndina undir Føroya Tannlæknafelag at staðfesta, at tað helst er stóri denturin, sum er lagdur á tey fyribyrgjandi tiltøkini, sum er farin at geva úrslit hjá teimum ungu.
Politisk tannrøkt
Í 1991 vóru tannlæknar í Føroyum samdir um at fara undir at skráseta øll skúlabørn fyri tannsjúkur, fyri at fáa nágreinilig tøl at lýsa tannheilsustøðuna hjá føroyskum børnum. Hetta var eisini gjørt fyri at fáa eit nú kommunal- og landspolitikarar at taka undir við skipaðari regluligari smábarnatannrøkt, soleiðis at føroyingar kundu røkka sama støðið í tannrøkt, sum grannalondini.
Hóast ongin lóg álegði kommunum at gera nakað, so var í flestu kommunum farið undir skipaða tannrøkt av børnum fyrru helvt í 90?unum. Síðan kom løgtingið við, og í vár samtykti tingið nýggja lóg um barna- og ungdómstannrøkt.
Árini 1959 til 1970 stovnsettu tær størru kommunurnar í landinum skúlabarnatannrøkt. Seinni komu tær smærru kommunurnar við. Í 1986 gjørdist orðið »fyribyrging« eisini lyklaorð, tá tað snúðið seg um tannrøkt í Føroyum. Nú lógin um barna- og ungdómsrøkt, sum er galdandi fyri øll børn frá 0 til 16 ár, er komin, metir SEF-nevndin, at lunnnar eru lagdir undir eina líka góða skipan fyri smábørnini, sum higartil hevur verið galdandi fyri skúlabørn.
Et hvat tú hevur
hug til
Tú mást ikki eta hatta, tí so brenna tenninar. Hetta munnu øll børn kenna til. Tú kanst eta hvat tú vilt, men tú mást busta tenninar væl, sigur Brynhild Zachariassen, sum er skúlatannlækni í Tórshavn. Tí um tú bustar tennirnar so brenna tær ikki. Tað er eisini gott at hava sukur-frítt tyggigummi, tað heldur munnin reinan. Og hvør ynskir ikki at hava reinar og vakrar tenn.
Geva bøkur út
Fyri at fáa børnini at hugsa um hvussu týdningarmikið tað er at halda tenninar reinar fer tannlæknafelagið at geva eina bók út. Saman við bókini liggur ein barnavinarlig tannbust, og bókin er eisini soleiðis at børnini fara at tíma at lesa hana. Har eru nógvar góðar myndir og nógvar stuttligar tekningar, sum børnini eisini kunnu lita. Bókin fæst í handlinum í næstu viku, og hon fer at kosta 20 kr. So er tað bara hjá børnunum at gera eina avtalu við foreldrini. Um eg fái bomm, so skal eg nokk busta tenn fleiri ferðir um dagin.