Føroyskir úrmælingar framføra Árstíðirnar

Sámal Petersen, Øssur Bæk, Rúni Bæk og Rúni Sørensen framføra í næstum saman við strúkarunum í Føroya Symfoniorkestri tvær konsertir í Havn og Klaksvík. Konsertirnar verða leygardagin 23. oktober í Christianskirkjuni í Klaksvík klokkan 16.00 og í Vesturkirkjuni í Havn sama dag klokkan 20.00.

 

Á skránni eru árstíðirnar eftir Antonio Vivaldi, Chacony eftir Henry Purcell, Air eftir J. S. Bach, Sæterjentens Søndag eftir Ole Bull og Chanson de Nuit eftir Edward Elgar.

 

Í árstíðunum av Vivaldi fara fýra føroyskar violinsnillingar at spæla soloirnar í verkinum. Sámal Petersen spælir várið, Øssur Bæk summarið, Rúni Bæk heystið og Rúni Sørensen veturin.

 

Teir eru allir violinistar, har tann fyrsti er konsertmeistari fyri FSO, Øssur er leiðari av Vestjysk Ensemble, Rúni er limur í Danmarks Radios Symfoniorkester og Rúni Sørensen er konsertmeistari og leiðari av Sjællands Symfoniorkester. Saman við teimum spælir partur av strúkarunum í Føroya Symfoniorkestri.