Føroyskir samurittar á Roskilde festivali: Hugurin at hjálpa drívur verkið

Á jóansøku, tann 27. juni, fara 9 føroyingar til Danmarkar á Roskilde festival. Óivað fara nógvir føroyingar á festivalin, men júst hesir 9 hava eina miðvísa ætlan við ferðini. Teir eru virknir innan Reyða Kross sum samurittar og tað er sum slíkir teir fara á festival og ikki sum tónleikafjepparar

So mangur føroyingur hevur millum ár og dag leitað sær á ein tann størsta tónleikafestivalin á okkara leiðum, nevniliga tann í Roskilde.
Og so verður óivað aftur í ár, tí nógv stór nøvn fara á pall í danska summarhitanum.
Og skuldi onkur føroyingur ikki havt gott av veðurlagsbroytingini, ella hann ella hon hugnar sær nakað ríkiligt, so eru hjálpandi hendur at taka sær av teimum illa fyri komnu. Og kanska eru útrættu hendurnar føroyskar!
Bara hjálpa
Ein av føroysku samurittunum, Hans Kristian Joensen, sigur, at nøkur av teimum, ið fara avstað, hava verið í leikum áður. Trý teirra vóru eisini á Roskilde í fjør. Nøkur teirra, sum fara í ár, eru júst útlærd sum samurittar.
- Vit fara niður tann 27. juni og tá byrjar festivalurin. Vit fara so á vakt dagin eftir. Vaktirnar eru 8 tímar og tær kunnu vera allar tíðir á samdøgrinum, sigur Hans Kristian Joensen, sum saman við øðrum samurittum hvønn mikudag møtir á fund hjá føroyskum samurittum í hølunum hjá Reyða Krossi í Vágsbotni í Havn.
- Sum samurittur upplivur ein nógv. Har eru stór tjøld, eini 60 fermetrar til støddar. Og nógv er at gera. Kemur ein á børuliðið, so skal ofta rennast langt eftir fólki, sigur Hans Kristian.
Og at tað er mangt og hvat, ið ein sum samurittur kann koma út fyri, er eyðsæð.
- Fólk fáa blørur á føtur, tey traðka á glas ella tey brenna seg. Ofta av sól ella av bálum, ið eru tendrað, tá festivalurin er endaður og so skulu tey sparka ella kanska dansa í eldinum. Eisini eru mong, ið fáa ov nógv av rúsevnum í seg, fáa yvirdosis. Mong royna sterkaru rúsevnini fyri fyrstu ferð á slíkum støðum, greiðir Hans Kristian Joensen frá.
Men tað er bert sum hjálparar, um onkur kemur illa fyri heilsuliga sæð, at samurittarnir hava ein leiklut. Teir hava einki við møguligar ósemjur ella annað at gera.
- Vit bara hjálpa! Illa fyrikomin vera havd til eftirlit, onnur verða send víðari, til dømis til Main. Tað er stóra tjaldið, har tey, ið eru sera illa fyri, enda.
? Tað eru nógv fólk og nógvar lagnur á slíkum stað, sigur royndi samuritturin.
Sjálvboðið
Og tað er sjálvboðin arbeiðsmegi, tá samurittarnir fara til verka. Tað, ið kemur inn, fer til útgerð.
- Vit gjalda sjálvi ferðaseðilin, men Reyði Krossur stendur so í ár fyri, at vit fáa eina íbúð at halda til í. Tað er hugurin at hjálpa, ið drívur verkið. Og vónleyst er at uppliva konsertirnar, tí tað er hart arbeiði at vera samurittur. Til dømis skulu børuliðini ofta renna langar teinar, sigur Hans Kristian Joensen.
- Tá stóra vanlukkan var á Roskilde festivalinum, vóru føroysku samurittarnir ikki til staðar. Tá høvdu teir valt at vera við til stóru súkklukappingina, ið var, tá brúgvin um Oyrasund lat upp.
Føroysku samurittarnir vóna, at fleiri føroyingar fáa hug at koma við í teirra hjálpararbeiði, tí eisini í Føroyum er úr at gera.
- Tað eru eisini fyrimunir við hesum, tí t.d. havi eg hoyrt, at á baðistøðum í Danmark, sum føroyingar jú ofta vitja, kunnu samurittar fáa uppgávur og so er familjan boðin við, roynir Hans Kristian at siga fyri at lýsa hjálpararbeiði í einum lokkandi ljósi, men ivaleyst er, at ein eldhugur fyri at hjálpa er fyrsta fyritreyt, um ein ætlar sær við.
? Ólavsøkan er fyri framman og vit plaga at vera til staðar, tá t.d. ólavsøkukonsertin er, sigur Hans Kristian, sum er ein teirra, sum lítillátin ger sítt til, at Roskilde festivalurin í ár vónandi fer fram, uttan stórvegis hóvasták.