Føroyskir útisetar kappast um DM

Í morgin fer nýggja fimleikaliðið hjá føroyska útisetafelagnum, ÍF Føroyum, at dystast um danmarksmeistaraheitið í rútmiskum fimleiki. Kappingini fer fram í Silkeborg, har 31 lið eru tilmeldað.

 

- Vit eru sera spentar og fara so avgjørt eftir gullinum. Men av tí at vit meldaðu okkum til eftir at freistin var farin, so sluppu vit bara í 3. division, og tað vil siga, at vit kappast við 19 onnur lið, ið hava eina seriu, meðan 1. og 2. division hava fría seriu og eina amboðsseriu. Men vit kunnu framvegis samanbera karakterin við 1. og 2. division, sigur Turið Nattestad úr ÍF Føroyar Fimleikur.

 

- Av teimum 19 liðunum, sum eru í 3. division, eru tað fá lið, sum vit hava sæð fyrr. Tískil vita vit ikki heilt hvussu støðið fer at liggja, men aftaná síðstu kappingina, sum var 31. mars í ár, eru vit helst millum tey bestu í 3. division. Men ein veit ongantíð hvussu tað fer at gangast inni á gólvinum teir 2-3 minuttirnar, ein hevur. Ein kann eins væl hava ein ringan dag, sum ein góðan dag, sigur Turið.

 

Kappingin byrjar kl.11.45 føroyska tíð.

 

Tær, sum manna føroyska liðið, eru Ruth Smith, Bjørg E. Ellendersen, Jeanni Petersen, Lindis Petersen, Unn Øssursfóttir, Elin Bærentsen og Turið Nattestad.

 

ÍF Føroyar Fimleikur hevur ein bolk á facebook, har tær leggja myndir, úrslit og video út sohvørt. Bólkurin eitur ÍF Føroyar Fimleikur.