Føroyskir ungdómar royndu sjólívið

Tað er ikki á hvørjum degi, at tað stendur føroyskum ungdómum í boði á royna sjólívið umborð á nýggjum og vælútgjørdum seglbáti. Henda møguleika fingu ein klaksvíksgenta, ein glyvragenta og ein drongur úr Havn.

Talan er um privata fyritøku í Skotlandi, sum eigur tveir seglbátar. Bátarnir verða sponsoreraðir og endamálið er at geva ungfólki møguleika fyri at royna sjólívið. Á hvørjum sumri verða túrar gjørdir við ungdómum millum 18 og 24 ár úr Skotlandi, Onglandi og Írlandi. Hesaferð vórðu so eisini boð eftir føroyskum ungdómum. Hjarnar Djurhuus, stjóri í BP fekk áheitan úr Aberdeen, um hann ikki kundi finna trý ungfólk í Føroyum at royna sjólívið. Umborð vórðu so eisini nøkur ung, sum arbeiddu hjá BP.

 

–Eg setti meg í samband við Hanus Kjølbro á Sjómansskúlanum í Klaksvík. Og endin varð, at 20 ára gamla Asta Højgaard og 21 ára gamla Alberta Gaardlykke, sum gingu á kokkaskúla í Klaksvík og 18 ára gamli Trúgvi Bentsen, sum gekk á handilsskúla í Havn, fingu henda einastandandi tjansin.

 

Flogið varð fyrst til Danmarkar og síðani víðari til Glasgow, har felagsskapurin, ið eigur seglbátarnar, heldur til. Her varð mynstrað og síðani gekk leiðin til Føroya og loksins aftur til Skotlands.

 

-Vit vistu ikki nógv um sjólívið áðrenn og høvdu ongantíð verið umborð á einum segbáti áður, men vit hava lært sera nógv hesar fýra fyrstu dagarnar á sjónum. Hetta er ein stór avbjóðing, eitt nú tí vit skuldu læra nøvnini á seglum og øðrum umborð á enskum siga tey trý.

 

Ein teirra hevur verið á sjónum fyrr, tveir túrar við Nærabergi. Hetta var nakað heilt annað. Umframt at sleppa at royna alt tað, sum hoyrir slíkum báti til, stýra, seta segl, matgera oa., so varð tað sera hugaligt og spennandi at vera saman við øðrum ungdómum.

 

Veðrið varð gott alla leiðina til Føroya og tað varð tí sera góður hýrur á Astu, Albertu og Trúgva, tá snotuligi og sjógóði skotski seglbáturin legði at í Havn.

 

-Hetta hevur verið strævið. Men vit hava lært nógv. Tað mest spennandi var at síggja Føroyar aftur í havsbrúnni siga tey. Eftir stuttan steðg í Føroyum, har tey mongu ungfólkini úr Stórabretlandi fingu høvi at uppliva hetta nýggja og fremmanda oyggjalandið fyri fyrstu ferð, varð kósin aftur sett móti Skotlandi.

 

Tríggir føroyskir ungdómar eru vornir ríkari. Teir hava upplivað sjólívið umborð á seglbáti.