Fløgan "Føroyskur dansur fyri øll" frá 2000 er loksins endurprentað, eftir at hava verið útseld í nøkur ár. Tríggjar fløgur við meir enn trimum tímum við lættari sangum, vísum, kvæðum og tættum sum Tøkum Lætt og Dansifelag Kaggans kvøða.
Í bóklinginum stendur at lesa: "Tað hevur leingi verið eitt ynski millum fólk at kunna ogna sær upptøkur við løttum føroyskum dansi, har kvøðið verður stutt og lætt: sangir, vísur, tættir og kvæðir. Endamálið við dansinum er at siga frá innihaldinum í tí, sum kvøðið verður: Stundum verður dansað skemtiliga og lívliga, stundum siðiliga og hábærsliga. Skrivaði teksturin kann í støðum víkja nakað frá tí, sum kvøðið verður. Hetta er vanligt fyribrigdi í føroyskum dansi, tí har er tað skiparin einsamallur, sum avgerð, hvussu kvøðið og dansað verður. Vert er kanska eisini at viðmerkja, at ofta finnast fleiri ymiskar uppskriftir og ymisk løg til somu sangir, vísur, tættir og kvæðir."
-Vit kunna bara staðfesta at útgávan bleiv væl móttikin, tí tað eru longu nøkur ár síðani hon varð útseld. Tað er allatíðina eftirspurningur eftir føroyskum dansi í TUTLhandlinum. Eitt av aðalmálinum í TUTL er at endurprenta eldri tilfar, serliga serføroyskt tilfar, ið er at meta sum dokumentatión. Tí eru vit sera glað fyri, at hava fingið loyvi frá 3'arinum sum upprunaliga gav fløguna út, sigur Tutl í tíðindaskrivi.
Fløgan verður at fáa í sølubúðunum kring landið í næstum