- Meðan grønlendskur útflutningur til Kina av rækjum og svartkalva er steðgaður upp, heldur stóri føroyski laksaútflutningurin til Kina fram. Myndugleikar og útflytarar í Føroyum hava valt at fylgja nýggju og strongu krøvunum, sum kinesarar seta til heilsuváttan, eitt nú koronu-roynd av fiskavørum úr Føroyum.
Tað skrivar Sermitsiaq í dag.
Í greinini verður víst á, at føroyskir laksaútflytarar framhaldandi klára seg á turbulenta kinesiska marknaðinum, har mangar fyritøkur ikki megna at vinna fram í løtuni. Heimasíðan skrivar, at hóast stórt prísfall hevur verið á fiskavørum, fer framvegis ein munandi partur av føroyskum fiskaútflutningi til Kina.
- Føroyskur fiskaútflutningur, serliga av alilaksi, stendur seg væl í mun til grønlendska fiskaútflutningin til Kina, sum eisini er merktur av støðuni millum Kina og vestanlond, eitt nú millum Kina, ES og USA.
Sermitsiaq vísir á, at eitt afturvendandi mál er, um koronu-virus kann spjaða seg til menniskju um fryst og niðurkølt kjøt ella fisk, sum verður innflutt til Kina. Í greinini verður eisini víst á, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan við landsstýrisins stuðli og stuðli frá vinnulívinum í Føroyum gera tað, sum kinesisku myndugleikarnir krevja.
- Hvør flokkur av laksi, sum eitt felag í Føroyum sendir til Kina, skal kannast fyri koronu. Føroysku myndugleikarnir skulu við einari heilsuváttan, sum fylgir við vørunum, skjalprógva, at covid-19 ikki er í vørunum, tí annars sleppur fiskurin ikki inn á kinesiska marknaðin.
Sermitsiaq veit at siga, at Føroyar síðan hin 1. januar í ár hava uppfylt strongu kinesisku krøvini til heilsuváttan, sum øll onnur lond við útflutningi av fiski og fiskavørum til Kina noyðast at uppfylla.