Bókaútgáva
Føroyskur fótbóltur 01 ? í orðum og myndum verður at fáa í dag. Fótbóltsárbókin er ein trúgvur jólagestur. Fyrsta bókin varð givin út í 1992. Tað vil við øðrum orðum siga, at bókin í ár er tann tíggjunda.
Um sæð verður burtur frá skemtibókini hjá Óla Petersen og Sosialinum, sum júst er komin á trettanda sinni, so er tað eindømi, at ein árbók í Føroyum er komin tíggu ferðir upp í slag. Tíðliga í sjeyti og aftur miðskeiðis í áttati árunum vórðu royndir gjørdar at geva árbøkur út. Í báðum førunum eydnaðist tað at geva bøkurnar út tríggjar ferðir.
Líkist sær sjálvari
Ein árbók skal líkjast sær sjálvari, men samstundis skulu tillagingar gerast. Soleiðis er tað við Fótóltsárbókini. Heitið er Føroyskur fótbóltur í orðum og myndum. Landskappingin í 1. deild hjá monnum verður gjøgnumgingin, og eitt sindur verður eisini sagt frá kappingini í 2. deild. Tað verður skrivað um kvinnufótbóltin, og um steypakappingarnar, og tað verður tikið saman um landskappingarnar í yngru deildunum.
Landsliðini eiga sín part í bókini. Allir dystirnir hjá Allani Simonsen og hansara monnum verða umrøddir, og allar kappingarnar, sum øll hini landsliðini hava verið við í, eiga eisini sítt pláss. Umframt a-landsliðið hjá monnunum verða fýra onnur landslið umrødd: kvinnulandsliðið, sum vann gull á oyggjaleikunum, U?19 landsliðið hjá monnum, U?17 landsliðið hjá dreingjum og U?19 landsliðið hjá kvinnum.
Í smáum greinum verður hugt aftur á, hvussu árið royndist hjá einstøku feløgunum, og onkur fyribrigdi frá fótbóltsárinum verða eisini umrødd. Har verður m. a. tosað um útisetarnar, útlendingarnar í føroyskum fótbólti, Ingi Højsted er fyri fyrstu ferð at síggja í Arsenal búnanum, og tað verður m. a. skrivað um, hvør var elsti og yngsti spælarin í landskappingini í 1. deild, hvør var elsti og yngsti málskjúttin, hvør spælarin varð mest sektaður av dómarunum, hvør dómari nýtti kortini mest, og soleiðis kundu vit hildið á.
Umfatandi tilfar
Myndirnar eru fyri tað mesta úr Ítróttarsosialinum, og Álvur Haraldsen hevur tikið tær flestu. Tað eru myndir í bókini av øllum FM vinnarunum og steypavinnarunum. Frá 5. deildarliðnum hjá NSÍ, umvegis meistaraliðini hjá B36 og KÍ og til pinkurnar hjá Skála og smápiltarnar hjá B36, og hvør einstakur spælari á vinnandi liðunum verður nevndur.
Fótbóltstølini eru mong, og í árbókini verður gingið sera nágreiniliga um tey. Eitt fullfíggjað yvirlit er yvir allar spælararnar í øllum 1. deildarfeløgunum. Har fæst at vita, nær teir eru føddir, hvussu nógvum dystum teir spældu við í, hvussu nógvar minuttir teir vóru á vøllinum, hvussu nógv mál teir skoraðu, og um teir fingu gult ella reytt kort.
Hagtalstilfarið yvir landsliðsfótbóltin er eisini sera nágreiniligt. Tikið verður saman um farnu undankappingina, og uppstillingarnar hjá øllum teimum føroysku landsliðunum í øllum dystunum eru tøkar.
Fótbóltsárbókin er, sum hon var í fjør, 180 síður, og prísurin er tann sami ? 148 krónur.