Todi Jónsson er tann føroyski fótbóltsspælarin, sum er komin longst uttanlands. Hann var í nógv ár málskjútti og profilur hjá danska stórfelagnum FC Keypmannahavn, og hann verður tann dag í dag roknaður sum ein av bestu útlendingunum í donskum fótbólti nakrantíð.
Síðani Todi Jónsson gavst at spæla fótbólt sjálvur, hevur hann vant børn og yngri spælarar, sum vilja menna seg. Hann hevur havt serligar talentvenjingar við føroyskum og donskum fótbóltsspælarum.
Í ár fer Todi Jónsson á standa á odda fyri stórum Fótbóltslandi á Summar Festivalinum. Fótbóltslandið fer at halda til á fótbóltsvøllinum í Klaksvík, og har verður nógv spennandi á skránni.
Børnini og tey ungu kunnu royna ymiskar avbjóðingar og kappingar. Eitt nú verður útgerð sett upp, sum kann máta hvussu hart børnini skjóta, og so verður kappast í hesum. Eisini verður kappast í at renna skjótast við bólti, raka tvørstongina, skjóta brotsspørk og annað. Nógvir góðir vinningar verða at vinna.
Todi Jónsson fer eisini at hava onkra venjingar saman við børnunum.
Fyri at sleppa í Fótbóltslandið skalt tú hava armband til Summar Festivalin og gjalda 100 krónur, sum gevur atgongd til Fótbóltslandið allar dagarnar, tað er opið.