Fótbóltspanelið í sendingini, SportBoxin á Rás2 var skipað heilt øðrvísi enn vanligt í dag.
Tróndur Arge sendi beinleiðis frá økinum har handverkaramessan hjá Bygma Balslev er uppi í Hoyvík.
Sjúrður Olsen, kendur frá FC Argjum sum rekur betrideildarhópin hjá AB, og Sólbjørn Thomsen, kendur frá stuðlafelagnum hjá HB arbeiða báðir hjá Bygma Balslev, og teir komu yvir til borðið til eitt fótbóltsprát. Prátað var eisini við Heðin Stenberg, málverja hjá AB sum vitjaði handverkaramessuna.
Sjúrður Olsen og Sólbjørn Thomsen tippaðu 11. umfar sum verður leikt mánadagin, 2. hvítusunnudag:
Klokkan 15:
B36-Víkingur (Rás2 sigur frá dystinum)
Skála-Suðringar
07 Vestur-NSÍ
Klokkan 17.15:
AB-KÍ (Rás2 sigur frá dystinum)
HB-EB/Streymur (Rás2 sigur frá dystinum)