Fótbóltur er eitt gott »studiejob«

23 ára gamal, útbúgvin skrivstovumaður og liðformaður hjá KÍ. Atli Danielsen ynskti at royna okkurt nýtt. Nú lesur til finansøkonom og vinnur sær pening við at spæla fótbólt í næstbestu donsku deildini

– Á Nørreport station klokkan 13 og so finna vit út av tí, avtalaðu vit. Ein deiliga leys og ikki lítið føroysk avtala. Men tað er eingin trupulleiki, tí í øllum hurlivasanum uttanfyri Nørreport station finna vit føroyingar hvønn annan, taka lógvatak og byrja samrøðuna meðan vit leita eftir onkrum stað at seta okkum.

Hetta, at hitta føroyingar, ger tað nógvar ferðir lættari at fella til í danska høvuðsstaðnum, heldur Atli Danielsen, sum lesur og spælir fótbólt í Keypmannahavn.

Hann kom niður í oktober í fjør. Atli ynskti at royna okkurt nýtt, at standa á egnum beinum, at fáa eina útbúgving og royna síni fótbóltsevni aðrastaðni enn í heimbýnum.

– Tá tú sum 18-19 ára gamal longu ert fastur maður á besta liðnum og hevur fingið fótin fyri teg, so hevur tú brúk fyri at koma burtur og royna okkurt nýtt. Soleiðis kendi eg tað í hvussu so er.

– Tí tók eg eisini av tilboðnum, um at royna meg í Sogndal fyri tveimum árum síðani. Tað gekk ikki sum ætlað og eg kom aftur til Føroya. Men eg havi lært fleiri ting frá tíðini har. Millum annað, at ein fortreyt fyri at standa seg væl á vøllinum, er, at tú trívist uttan fyri vøllin. Tað geri eg her í Keypmannahavn, staðfestir Atli Danielsen.

Hóast hann í dag kann siga soleiðis, so gekk tað ikki heilt sum ætlað, tá Atli fyri aðru ferð royndi at fáa fótin fyri seg í útlendskum felag.

– Eg royndi meg hjá Fremad Amager, men tað gekk ikki sum eg vildi, sigur Atli, sum eisini skilti á leiðsluni, at hann nokk ikki var aktuellur fyri teir.

– Satt at siga var eg næstan mótleysur í eina tíð. Men eg gjørdi av at royna meg í Frem í nakrar vikur. Tað gekk væl. Eg skilti eisini á venjaranum, at hann var áhugaður í at knýta meg at hópinum, fortelur Atli Danielsen.

So skuldi tað verið so líka til, men tað vísti seg, at leiðslan ikki var heilt so løtt at dansa við, sum Atli og venjarin høvdu ætlað. Tað endaði við, at Atli fór heimaftur til Føroya at arbeiða í desembermánaði, har hann samstundis vónaði at hoyra frá Frem.

– Men satt at siga hoyrdi eg ikki frá teimum hendan mánaðin. Tí ivaðist eg eisini í, um eg yvirhøvur skuldi fara niður aftur, sigur Atli.

 

Kundi spælt við Lyngby?

Men Atli fór niður aftur og tá bragdaði. Umvegis gamla venjaran hjá KÍ, Ove Flintbjerg, setti Lyngby seg í samband við Atla og bjóðaði honum at venja hjá teimum komandi týsdag. Hetta var ein sunnudag.

– Men eg skuldi venja við Frem mánadagin ímillum. Tað gjørdi eg eisini og gekk tað sera væl. Eg greiddi síðani Frem frá, at teir máttu handla skjótt, um teir ynsktu at knýta meg at hópinum, tí eg eisini hevði eina avtalu við Lyngby, og so gekk tað skjótt fyri seg, sigur klaksvíkingurin og smílist.

Lyngby lá tá á odda í næstbestu donsku deildini. Í dag spæla teir í SAS-liguni har mótstøðuleikararnir millum annað eru Jesper Grønkjær og Peter Madsen. Tað fær tó á ongan hátt Atla at iðra seg um, at hann ikki valdi at taka av venjingartilboðnum frá Lyngby.

– Ítróttarliga hevði avbjóðingin heilt víst verið nógv størri í Lyngby, men útbúgvingin vigaði tyngri tá. Í dag eri eg sera glaður fyri Frem, og at tað endaði sum tað gjørdi, sigur Atli avgjørdur.

 

Fótbóltur ella Netto

Atli dylur ikki yvir, at fyri hansara viðkomandi er tað útbúgvingin, sum verður raðfest hægst. Fótbólturin kemur aftaná.

– Eg eri sáttmálabundin fram til summar, og so fáa vit at síggja hvussu tað verður. Eg hugsi tó fyrst og fremst um útbúgvingina. Fótbólturin er arbeiði, eg havi við síðuna av lesnaðinum. Eitt slag av »studiojob« kanst tú kalla tað, flennir Atli og leggur aftrat:

– Tað er ikki altíð, at SU røkkur til og so er neyðugt við arbeiði aftrat lesnaðinum. Hjá mær er tað so fótbólturin, og tað eri eg ótrúliga fegin um, so eg ikki standi í Netto onkrastaðni í staðin.

 

Stórt álit og góðar sømdir

Nú Atli er byrjaður at lesa til finansøkonom, er málið sjálvsagt at blíva liðugur skjótast gjørligt. Reint fótbóltsliga var málið at fáa so nógva spælitíð sum gjørligt. Tað má sigast at vera hepnast sera væl higartil.

– Eg kom beinleiðis inn á liðið, har eg spæli mitt á miðvøllinum. Tað hevur gingið væl, metir Atli Danielsen. Onkran dystin hevur hann eisini roynt seg í miðverjuni, men aldrin úti í borðinum, sum annars er plássið, hann røkir á landsliðnum.

– Men tá eg byrjaði í bestu føroysku fótbóltsdeildini, var tað faktiskt sum høgri

bakkur, fortelur Atli og vísir soleiðis á, at plássið kortini ikki er honum heilt fremmant.

Heldur ikki er føroyskur fótbóltur honum fremmandur, hóast hann nú hevur adressu í Keypmannahavn.

– Eg fylgi væl við og lurti altíð eftir fótbóltinum í útvarpinum, sigur klaksvíkingurin, sum hóast lívið sum lesandi fótbóltsleikari á flatlondum framvegis hevur ein dreym í føroyskum fótbólti: at gerast føroyameistari.

Hetta sleppur hann tó at droyma um í eina tíð aftrat, men Atli hevur aðrar stórar og minniligar upplivingar í fótbólti.

– Dystirnir í Skotlandi og Írlandi frammanfyri hálvthundraðtúsund áskoðarum vóru nakað heilt serligt. Serliga orsaka av teirra áskoðarum, sum eru nakað fyri seg. Eisini var tað ótrúligt at møta Frankaríki og Italia.

 

Giftist í summar

Á privata frontinum hevur Atli eisini roynt nakað heilt serligt í summar. Í augustmánað giftust hann og unnustan Súsanna. Og fyrireikingar til brúdleyp í Føroyum og fótbóltsdystir í Danmark, vóru eitt sindur av eini kabal at fáa at ganga upp.

– Eg var heima fyrst í juli. Fór niður 11. og heima aftur í Føroyum tann 22 juli. 1. august var eg aftur niðri og spældi dyst, áðrenn eg fór heim 6. Tann 11. august giftust vit, og 15. august vóru vit aftur í Danmark, so har hendi eitt sindur av hvørjum flennir Atli, hvørt næsta avbjóðing verður í Ukraina. Hann er leikbannaður til dystin móti Fraklandi, men verður partur av ferðalagnum, sum skal dystast í Ukraina mikudagin.

 

 

 

Fakta:

Navn: Atli Danielsen

Føðingardagur: 15. august 1983

Heimbýður: Klaksvík

Foreldur: Finngerð og Ámund Danielsen

Systkin: Karstin, Joan og Thorvald.

Giftur Súsannu Danielsen

Útbúgvin skrivstovumaður

 

 

Atli um Føroyar – Frankaríki:

– Frakland er sjálvsagt stórfavorittur, men um føroyska liðið stendur væl á vøllinum og allir spæla upp til teirra besta, so kann alt henda. Vænti og vóni at tað verður ein tættur og spennandi dystur.

 

 

… um politikk:

– Tað hevur ikki mín stóra áhuga. Eg fylgi als ikki við. Hvørki í útvarpi ella bløðunum. Eg havi heldur ikki sett meg nakað serligt inn í tað. Kortini fari eg á val og tá er tað fólkaflokkurin, sum fær mína atkvøðu.

 

 

… um útvísingar:

– Eg havi ikki fingið nógvar tilsamans gjøgnum ár og dag, men nú komu nakrar innanfyri eitt heilt stutt tíðarskeið. Fyrsta útvísingin, eg nakrantíð fekk, var í einum dysti við U16 har eg bjargaði við hondini, og fyrsta útvísingin hjá mær í føroyskum fótbólti yvirhøvur, var ímóti AB í summar. Síðani varð eg útvístur í dystinum móti Kolding herfyri, og omaná tað havi eg karantenu nú á landsliðnum, eftir ov nógv gul kort. Eitt óheppið tíðarskeið, tí eg fái ikki nógv kort vanliga.

 

 

… um Norðoyatunnilin:

– Norðoyatunnilin eri eg glaður fyri. Tað er heilt fantastiskt bara at kunna koyra til og frá Klaksvík. Vit spara eina rúgvu av tíð, so tað er lekkurt við honum.