07 Vestur hevur vunnið trivaligan heimasigur ímóti TB. Úrslitið var 4-1. Fram ímóti dystarenda staðfesti Evrard Blé heimasigurin við brotssparki. Poul Ingason minkaði um munin til 3-0, eftir at Emil Mikkelsen í 2. hálvleiki hevði økt um leiðsluna til 3-0.
Fyrsta korterið í 1. hálvleikii vóru tað veteranurin Tór-Ingar Akselsen og álopsspælarin Camara, sum løgdu 07 Vestur á sigurskós.
--
07 Vestur er framvegis frammanfyri við tveimum málum. Síðst tá ið vit frættu var støðan 2-0, men nú, tá ið tað restar eitt korter, er støðan 3-1.
Miðverjin Emil Mikkelsen økti um heimaleiðsluna til 3-0 eftir hornasparksinnlegg, og eftir at málverjin í fyrstu atløgu hálvbjargaði roynd hjá Emil. Tveir minuttir seinni svaraði TB aftur. Málskjútti var Poul Ingason. Síðstu løtuna hevur TB havt bóltin meiri enn heimaliðið, men talan hevur ikki verið um serliga vandamiklar støður.
Næst við at fáa mál síðstu løtuna hevur Tór-Ingar Akselsen hjá 07 Vestur verið. Tá ið TB spennir álopsbogan verður tað opnari í verjuni, og eftir skjótt mótálop sendi Tór-Ingar bóltin í stólpan og so út av vøllinum.
-------------------------------
EB/Streymur-ÍF
Petur Reinert hevur bríkslað fyri síðstu ferð við Margáir, og fuglfirðingar eru ovurfegnir. Teir eru á veg til hús við 2-1 sigri. Miðvallarin Bogi Reinert Petersen er dagsins maður hjá ÍF, tí hann skoraði bæði málini.
Arnbjørn Hansen legði beinanvegin heimaliðið framum eftir horna. Tá ið hálvur tími var farin, varð uppgávan hjá EB/Streymi torførari, tí tá varð Gunnar Zachariasen hjá EB/Streymi rikin av vølli. Dómarin vísti honum reyða kortið, eftir at miðvallarin hevði hevnt seg inn á ÍF málverjan Jákup Mikkelsen.
Eftir steðgin hevði ÍF bóltin væl meiri enn heimaliðið, og tað eydnaðist ÍF at skora tvey mál. Í fyrra førinum var tað Øssur Dalbúð, sum fekk bóltin inn um strikuna, og í seinna førinum var miðvallarin Bogi Reinert Petersen málskjútti. Seinna málið skoraði hann fram ímóti, at vanliga leiktíðin var farin.
---
Mú í vanliga leiktíðin er um at vera runnin, hevur ÍF lagt seg á odda 2-1 við Margáir. Tað var Bogi Reinert Petersen, sum skoraði, eftir at hornaspark varð sent innfyri.
Nú spæla teir í tíðini, sum dómarin hevur lagt aftrat.
--
Tíggju minuttir undan leikloki er støðan við Margáir framvegis 1-1. ÍF hevur bóltin meiri enn heimaliðið, men higartil hevur ikki eydnast teimum at spæla seg til møguleikan, sum kann bera leiðslumálið við sær.
Nú 2. hálvleikur er eitt korter gamalur, hevur ÍF javnað við Margáir. Enn hava vit ikki frætt, hvør skoraði málið, sum stóðst eftir tætta støðu í málteiginum.
ÍF vitjar við Margáir, har hálvleiksstøðan var 1-0 til EB/Streym. Málið skoraði Arnbjørn Hansen eftir hornasparksinnlegg.
Eitt korter undan steðginum varð EB/Streyma miðvallarin Gunnar Zachariasen rikin av vølli. Petur Reinert vísti honum reyða kortið, tí hann hevði hevnt seg inn á ÍF málverjan Jákup Mikkelsen.
----
KÍ hevur fult stigatal eftir tvey tey fyrstu umførini. Tað er greitt, eftir at klaksvíkingar í dag hava vunnið 3-2 á NSÍ við Løkin í Runavík. Talan var um rættuliga undirhaldandi uppgerð, sum í stórum løtum var væl spæld, hóast umstøðurnar ikki vóru av teimum bestu.
Serliga eftir steðgin var tað undirhaldandi. KÍ var frammanfyri 1-0 og 2-1, men NSÍ vísti góðan hugburð og megnaði at svara aftur til bæði 1-12 og 2-2. Sigursmálið skoraði KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør, tá ið hann rak inn úr høgru og sendi bóltin í málið, meðan verjuspælararnir á heimaliðnum hugdu at.
Úrslitið ber við sær, at NSÍ framvegis er stigaleyst.
Á Argjum vann HB 3-1 ímóti AB, sum framvegis er stigaleyst.
HB legði fyri sum eitt ódnarveður. Tá ið eitt stórt korter var farið, var HB frammanfyri 3-1. AB svaraði ena ferð aftur, men hóast talan eftir steðgin var um tætta uppgerð, so var eingin ivi um, at HB fór at vinna.
Úrslitið ber við sær, at HB hevur fýra stig eftir tvey tey fyrstu umførini.
Í Sørvági er hálvleiksstøðan millum 07Vestur og TB 2-0.
Í Streymnesi er hálvleiksstøðan millum EB/Streym og ÍF 1-0. EB/Streymur hevur síðsta korterið spælt við tíggju monnum, eftir at EB/Streyma miðvallarin Gunnar Zachariasen sá beinleiðis reytt kort.
---
LIÐUGT
2-3
87) 2-3: Hjalgrím Elttør 87.
Fyri triðju ferð hevur KÍ lagt seg á odda. Hesa ferð var tað liðformaðurin Hjalgrím Elttør, sum skoraði, og talan var um fínt einmansavrik. Hjalgrím var leysur í høgru, sneiddi framvið mótstøðumanni, áðrenn hann sendi bóltin í málið, meðan verjuspælararnir á heimaliðnum tóktust vera alt ov passivir.
83) 2-2: Klæmint A. Olsen 83.
So hevur tað eydnast NSÍ at vinna úrtøku burtur úr mongu málmøguleikunum. Pól Jóhannus Justinussen, sum síðstu løtuna hevur verið sera framrættaður, átti úr vinstru innleggið, og Klæmint A. Olsen heilfluktaði umvegis stólpan og í málið.
Tað er sera lívligt og intenst við Løkin.
70) 1-2: NSÍ hevur meiri trýst, og heimaliðið hevur havt bóltin í KÍ málinum. Magnus Olsen átti siðsta fótin á, men dómarin kolldømdi, tí hann metti, at Klæmint A. Olsen brúkti armin, tá ið hann tamdi bóltin. Møguleikin uppstóð, tá ið KÍ miðverjin Sørmundur Kalsø heilkiksaði, tá ið hann ætlaði at sparka burtur.
65) 1-2: NSÍ roynir at leggja trýst á, og tað er serliga í vinstra borði, at Árni Frederiksberg og Andy Olsen megna at spæla seg ígjøgnum. Onkra ferðina hevur tað verið vandamikið frammanfyri KÍ málið, og Meinhardt Joensen hevur tvær ferðir bjargað væl.
60 1-2: Tað er nógv at klappa at í kuldanum við Løkin. Eftir lítlari løtu hava fyrst NSÍ og síðani KÍ skorað. Jann Martin Mortensen javnaði í 57. minutti eftir flatt innlegg úr høgru, og bara ein stóran minutt seinni svaraði KÍ aftur. Hjalgrím Elttør átti næstsíðsta fótin á, og Páll A. Klettskarð var dygst undir málinum, tá ið hann setti fótin á, og so var stórur fagnaður millum trúføstu KÍ áskoðararnar,sum eru staddir við Løkin ídag.
55) 0-1 Tað er framvegis tætt við Løkin, og fyrstu løtuna eftir steðgin hava møguleikar verið í báðum endum. NSÍ leggur nógv fyri í deyðbóltsstøðum, har teir tykjast stinnari enn klaksvíkingar, men enn hava teir einki fingið burturúr.
NSÍ miðverjin Jens Joensen hevur sæð gult fyri at steðga Páll A. Klettskarð í gjøgnumbroti.
HÁLVLEIKUR
0-1
Serliga síðstu fimm minuttirnar hevur tað verið undirhaldandi, og málmøguleikar hava verið í báðum endum. Tveir teir størrstu hevur KÍ havt, og gestirnir eru frammanfyri 1-0, nú teir eru farnir at hvila seg.
43) MÁÁÁL 0-1: Atli Danielsen 41.
Eftir NSÍ trýst í góða løtu svarar KÍ aftur, og miðvallarin Atli Danielsen hevur skorað við langskoti eftir álop í vinstru og innlegg, sum verjan í fyrstu atløgu beindi burtur.
Lítla løtu seinni var um reppið, at KÍ økti um leiðsluna, men Álvur F. Christiansen fekk einki burturúr risa møguleikanum.
40) 0-0 NSÍ hevur síðstu løtuna havt meiri trýst
30) 0-0
Tað gongur javnt á. Kavaælingarnir eru grovir, og kuldin nívir, men hugburðurin millum spælararnar er góður. Ta ið teir halda bóltin á jørðini, so hongur samanspælið saman, men tá ið bólturin verður lyftur upp í luftina, so órógvar vindurin rættuliga.
20) 0-0
Fyrstu løtuna hevur gingið javnt á, og tað hava ikki verið serliga upplagdir málmøguleikar.
KÍ hevur fríska lotið undan.
NSÍ-KÍ kl. 15.00
Dómari: Páll Augustinussen
NSÍ: Kristian Joensen Magnus Olsen, Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv Jann Martin Mortensen, Karl Løkin, Pól Jóhannus Justinussen, Árni Frederiksberg, Andy Ó. Olsen Klæmint A. Olsen
KÍ: Meinhardt Joensen Johan Jacobsen, Jógvan Isaksen, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni Kristoffur Jakobsen, Atli Danielsen, Henry Heinesen, Álvur F. Christiansen Hjalgrím Elttør, Páll A. Klettskarð
NSÍ-KÍ kl. 15.00
Undan fyrsta bríksli:
KÍ er á veg út til Runavíkar, har Abraham Løkin og hansara menn bíða. Eftir tepra 2-1 tapið í Sarpugerði segði NSÍ venjarin seg vera hampuliga væl nøgdan við avrikið ímóti Víkingi, sum hevur verið roknaður millum bestu boðini at vinna heiðursmerkir. Í gjár legði Víkingur rygg til 4-0 tap í Gundadali ímóti B36. Tað ber ivaleyst við sær størri ivamál við Løkin um, hvussu støðan hjá teimum nú er.
Allir spælararnir eru tøkir hjá NSÍ. Eisini Jens Joensen, sum fyri viku síðani sat uttanfyri, tí hann var skaddur í økslini. Tað kann væl hugsast, at onkrar broytingar verða gjørdar á NSÍ liðnum.
KÍ vann í fyrsta umfari trivaligan sigur á heimavølli ímóti TB, og allir menn eru tøkir, nú teir rigga til at fara um Leirvíksfjørð.
-Lagið er gott, og allir spælararnir eru tøkir. Vit eru greiðir yvir, at tað skal arbeiðast fyri søkini í Runavík, og at teir í NSÍ sera fegnir vilja koma upp eftir stigatalvuni, sigur KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør.
Uppgerðirnar millum hesi bæði feløgini plaga at vera tættar. Merkisvert er tað, at KÍ í fjør vann allar tríggjar dystirnar. Tvær ferðir í Klaksvík við einum máli og eina ferð í Runavík við tveimum málum.
Veðurforsagnirnar hava havt við sær, at spurningur hevur verið settur við, um tað fer at bera til at spæla við Løkin ídag. Út á fyrrapartin hevur tað verið hvítt í ælingunum. Vøllurin er framvegis grønur, og tað verður ikki roknað við, at tað fara at vera trupulleikar at spæla við Løkin, har vindurin ikki er so nógvur, at tað bilar.
NSÍ-KÍ: Páll Augustinussen. Í dag klokkan 15.00.
-------------
LIÐUGT
1-3
90)
70) 1-3 Talan er nú um javna uppgerð. Men tað gongur fyri seg upp á fyritreytirnar hjá HB, sum dúvar upp á tryggu leiðsluna.
HÁLVLEIKUR
1-3
HB var av álvara tendrað frá fyrsta bríksli, og longu tá ið eitt korter var farið,vóru gestirnir frammanfyri við trimum málum. Sámal Erik Hentze umskipaði liðið eftir stóra skelkin fyrsta korterið, men hóast tað eydnaðist at minka um munin, og avrikið er vorðið betri, so er tað einki, sum bendir á, at uppflytararnar skulu fáa nakað burturúr ídag.
40)
1-3: Keita
eftir innlegg úr høgru. AB roynir at svara aftur, eitt nú er Sorin Anghel fluttur úr miðverjuni og fram á miðvøllin, meðan Rói Danielsen er komin inn í verjuna.
HB hevur lagt fyri sum eitt óløgi. Heimamenninir fáa yvirhøvur ikki frið, og HB bæði spælir væl og stressar mótstøðumenninar.
17) 0-3:
15) 0-2: Bárður Olsen 13.
eftir skjótt uppspæl og innlegg úr høgru.
10) 0-1: Símun Samuelsen 3.
AB-HB kl. 15.00
AB:
HB:
Undan dystinum
HB venjarin ásannar, at um hansara menn skulu hugsa um at vinna úrtøku á Argjum seinnapartin, so verður neyðugt at arbeiða meiri, enn teir gjørdu í grannauppgerðini ímóti B36 fyri viku síðani.
-Liðini í bestu deildini eru so mikið jøvn, at tað er neyðugt at arbeiða nógv og hart, um úrtøka skal spyrjast burturúr, og tað havi eg í vikuni endurtikið undir venjingunum. So eg rokni við heilt øðrvísi avriki á Argjum enn ímóti B36, sigur Oddbjørn Joensen.
Tú kanst rokna við, at AB fer at nýta somu uppskrift sum B36?
-Einki at ivast í. Eg sá AB í Fuglafirði leygardagin, og Sámal Erik Hentze og ABarnir sóu okkum sunnudagin. B36 arnir vóru raskir og góvu okkum ikki frið. Teir runnu meiri enn okkara, og teir vóru raskari í nærdystunum. Vit fluttu okkum ov lítið, og vit vóru ikki nóg raskir í nærdystunum. Tað skal broytast, um vit skulu hugsa um at vinna á Argjum, eru boðini frá HB venjaranum.
Heini Vatnsdal er leikbannaður, og Rógvi Holm er framvegis sjúkur. Hinir spælararnir eru allir tøkir, og tað er kapping um plássini. Møguleiki er fyri, at Bárður Johnson Heinesen fer at fáa møguleikan millum teir fyrstu ellivu.
AB venjarin Sámal Erik Hentze staðfesti eftir tapið í Fuglafirði, at mistøkini vóru orsøk til, at eingin úrtøka fekst. AB liðið stríddist væl, og tað er uppskrift, sum er góð at hava ímóti HB.
Miðvallarin Mikkjal T. Hentze noyddist longu í 8. minutti av vøllinum í Fuglafirði, men hann er tøkur aftur. Miðverjin Leivur Holm Joensen noyddist út miðskeiðis í 1. hálvleiki, og hann verður ikki við ímóti HB. Fyrrverandi HB spælarin Poul Thomas Dam er tøkur eftir skaða. Rógvi Poulsen, sum í fjør spældi við HB, rokna teir ikki við kemur fyri seg fyrrenn um ein mánað ella so.
AB-HB: Rúni Gaardbo. Í dag klokkan 15.00.
-----
Fuglfirðingar fyrireika seg til seinnapartin at fara til Streymnesar. Talan verður um uppgerð millum meistararnar í EB/Streymi og silvurvinnararnar í Fugafirði. Hann hevur øtlað veðrið í morgun, men úr Sundalagnum verður sagt, at ættin er góð, og um forsøgnin, sum er 7-11 metrar um sekundið, fer at halda, so verður ikki trupulleiki at spæla.
Tá ið ÍF fyri viku síðani vann 2-1 á heimavølli ímóti AB, var Clayton Soares ikki við. Hann verður heldur ikki við í dag, tí arbeiðsloyvið er ikki komið upp á pláss. Bartal Eliasen er upptikin av finalu í flogbóltskappingini.
Meistararnir í EB/Streymi flongdu síðsta vikuskifti uppflytararnar í 07 Vestur. Hesa ferð kann roknast við, at mótstøðan verður væl størri. Allir spælararnir eru tøkir uttan Rógvi Egilstoft Nielsen. Hann er farin at venja saman við hinum í EB/Streymi, men hann verður ikki á listanum í dag.
Felags fyri bæði feløgini er, at tey júst hava skipað nevndirnar av nýggjum. Í EB/Streymi hevur nevndin skipað seg við Sigvald Zachariasen sum formanni, Magnus á Stongum sum næstformanni, Dan Olsen sum kassameistara, Signar í Homrum sum skrivara og Tummas Pauli Hansen we fimti nevndarlimurin.
---------------
30) 1-0 Heimaliðið er framvegis frammanfyri, men fyritreytirnar hjá EB/Streymi eru viknaðar at standa seg væl síðsta tíman. Orsøkin er tann, at miðvallarin Gunnar Zachariasen hevur sæð beinleiðis reytt kort eftir ÍF hornaspark.
10) 1-0: Arnbjørn Hansen
Eftir hornasparksinnlegg var Arnbjørn Hansen hægstur og stútaði bóltin í málið aftanfyri Jákup Mikkelsen.
EB/Streymur-ÍF kl. 16.00
Dómari: Petur Reinert
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Langgaard, Pætur Dam Jacobsen, Marni Djurhuus, Árni G. Olsen - Brian Olsen, Niels Pauli Danielsen, Gunnar Zachariasen - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen
ÍF: Jákup Mikkelsen - Leivur Joensen, Poul N. Mikkelsen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Hanus Thorleifsson, Høgni Madsen, Bogi Reinert Petesen, Ari Ó. Ellingsgaard - Nenad Saric, Øssur Dalbúð
---
Undan dystinum
Fuglfirðingar fyrireika seg til seinnapartin at fara til Streymnesar. Talan verður um uppgerð millum meistararnar í EB/Streymi og silvurvinnararnar í Fugafirði. Hann hevur øtlað veðrið í morgun, men úr Sundalagnum verður sagt, at ættin er góð, og um forsøgnin, sum er 7-11 metrar um sekundið, fer at halda, so verður ikki trupulleiki at spæla.
Tá ið ÍF fyri viku síðani vann 2-1 á heimavølli ímóti AB, var Clayton Soares ikki við. Hann verður heldur ikki við í dag, tí arbeiðsloyvið er ikki komið upp á pláss. Bartal Eliasen er upptikin av finalu í flogbóltskappingini.
Meistararnir í EB/Streymi flongdu síðsta vikuskifti uppflytararnar í 07 Vestur. Hesa ferð kann roknast við, at mótstøðan verður væl størri. Allir spælararnir eru tøkir uttan Rógvi Egilstoft Nielsen. Hann er farin at venja saman við hinum í EB/Streymi, men hann verður ikki á listanum í dag.
Felags fyri bæði feløgini er, at tey júst hava skipað nevndirnar av nýggjum. Í EB/Streymi hevur nevndin skipað seg við Sigvald Zachariasen sum formanni, Magnus á Stongum sum næstformanni, Dan Olsen sum kassameistara, Signar í Homrum sum skrivara og Tummas Pauli Hansen we fimti nevndarlimurin.
ÍF nevndin hevur skipað seg við Magnusi Jørmundsson sum formanni, Hilmar Dahl Jacobsen er næsformaður, Eyðun Laksafoss skrivari, Kjartan Madsen peningarøkil og Kristian Páll N. Olsen er fimti nevnarlimurin.
EB/Streymur-ÍF: Petur Reinert. Í dag klokkan 16.00.
-----
15) 2-0: Camara
07 Vestur hevur lagt fyri sum eitt ódnarveður í vindinum á Dungasandi. Tór-Ingar Akselsen fangaði TB í uppspælinum, og hann gjørdi skjótt av, tá ið hann stakk bóltin fram til Camara, sum skoraði. Hetta kom sum vera man illa við hjá TB, sum hevur roynt at flyta fólkið longri fram.
10)
1-0: Tór-Ingar Akselsen 3.
Heimaliðið hevur lagt fyri sum eitt ódnarveður, og eftir at Camara hevði roynt seg við skoti, sum málverjin hálvbjargaði, so var tað veteranurin Tór-Ingar Akselsen, sum legði heimaliðið framum. Harvið eru fyritreytirnar hjá verjukenda TB broyttar beinanvegin.
07 Vestur-TB kl. 16.00