Herfyri fingu danskir fólkatingslimir úr Føroyanevndini upplýst, at tosað hevði verið um at seta ein mobilan fyribilsradara upp á Sornfelli, sum kann hava eftirlit við loftøkinum, inntil endaligi radarin verður settur upp um nøkur ár.
Men hvørki Arktisk Kommando, Forsvarskommandoen ella Landsstýrið hevur nakra stórvegis viðmerking um hetta, nú vit spyrja um hesa ætlan. Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, vísir tó á, at dialogur er um, hvussu man kann dekka "holið" í eftirlitinum av loftøkinum uppi yvir Føroyum.
– Vit eru í ferð við at útgreina tað, og tosa við danir um tað. Hetta er nakað, vit viðgera millum Landsstýrið og donsku stjórnina, sigur Høgni Hoydal í samrøðu við Sosialin.
– Eg haldi ikki, tað sømir seg, at onkur danskur fólkatingslimur vil markera seg sjálvan í fjølmiðlunum við at blanda seg upp í trygdar- og uttanríkispolitikk, sigur hann og sipar til tað, sum Christian Friis Bach segði um mobila radaran herfyri.
Jenis: Mobili radarin er gomul ætlan
Men spyrja vit Jenis av Rana, fyrrverandi landsstýrismann í uttanríkismálum, so er tað als ikki ein gomul ætlan at seta ein mobilan radara upp á Sornfelli.
– Á einum av mínum seinastu fundum sum landsstýrismaður tosaðu vit um, hvussu eftirlitið skuldi tryggjast, inntil radarin kom. Eg fekk upplýst, at danir høvdu ein mobilan radara, sum man kundi seta upp. Radarin var í Syria, men teir skuldu fáa hann til Danmarkar.
– Sum eg skilji, so hevur radarin júst verið royndarkoyrdur á Bornholm, og nú skal kannast, um hann kann sendast til Føroya, sigur Jenis av Rana.
Høgni Hoydal hevur heldur ikki stórvegis viðmerking til hetta og vil hvørki vátta ella avsanna tað.
Í síðstu viku boðaði danska Forsvarskommandoen frá, at ein eftirlitsradari, sum hevur luttikið í kampinum móti Islamiska Statinum, verður tikin heim aftur. Hesin radarin hevur verið virkin har síðan 2016, men tørvur er ikki á honum longur, varð sagt í einum tíðindaskrivi til danskar miðlar í síðstu viku. Um talan er um sama radara, vita vit ikki.
LES EISINI: Fólkatingslimur vil hava mobilan radara til Føroya