Nakrir av mínum vinum í RL (real life) nokta at koma við á Facebook. Tey um tað - men eg haldi, at grundgevingin til at ikki fáa sær ein Facebook-profil er irriterandi: »Eg havi ikki tíð til sovorðið fjas«.
Óbeinleiðis siga tey so við meg - at eg eri minni viktig enn tey, sum brúka tíð upp á Facebook-fjas.
Okey Facebook er ein vaksnamanna-barnagarður, men tað er eisini ein útmerkaður háttur at halda gomul vinarløg við líka, tað ger internetið meira persónligt, og demokratiskt er tað fantastiskt, eftirsum øll verða hoyrd, og øll kunnu stovna ein bólk.
Ein vinkona stovnaði ein bólk fyri at mótmæla plastikkleikuni frá hamburgara-ketunum, um hennara bólkur, sum nú hevur yvir 200 limir, ger nakran mun, vita vit ikki, men hon hevur so íhvørtfall gjørt nakað fyri sína søk.
Vinmaðurin, sum er stjóri á einari fyritøku sigur at hann boykottar Facebook, eftirsum hann er irriteraður inná, at starvsfólkini eru har í arbeiðstíðini. Fleiri fyritøkur hava sett forboð fyri hesum, og kanska er tað ein gongd leið fyri øll tey, sum ikki starvast við kunning. Er man í miðla- ella kunngaheiminum, er Facebook eitt perfekt amboð at náa út við.
Facebook er kanska 75 prosent fjas og 25 állvara - men at tað ger internetið stuttligari og meira viðkomandi, er ongin ivi um.