Fakfeløgini hava ikki góðtikið kr. 4,00 upp á lønina

Arbeiðsgevarafelagið kemur aftur við skeivum tíðindum

Á heimasíðuni hjá FAG verður upplýst, at fakfeløgini undir seinnu semingsroyndunum høvdu slakað og høvdu góðtikið at fáa kr. 4,00 afturat lønini í ár og kr. 4,00 aftur komandi ár.
Hesi tíðindi siga arbeiðsgevararnir seg hava frá semingsmonnunum, sum aftur skuldu hava upplýsingarnar frá umboðum fyri fakfeløgini.
Vit høvdu ikki ætlað okkum út í alment kjak um innanhýsis samrøður mill-um semings-menninar og umboð fyri fakfeløgini, og so als ikki um samrøður, sum semingsmenninir hava sagt seg hava við samráðingarmótpart okkara.
Tá FAG tó er komið alment fram við slíkum upplýsingum, og hesar upplýsingar eru beinleiðis skeivar, so er neyðugt hjá okkum at koma við einari rættleiðing.
Tað sum semingsmenninir spurdu umboð fyri fakfeløgini um var, um feløgini vildu fara niður um kr. 8,00 yvir tvey ár, tí FAG ikki vildi førka seg uppeftir yvirhøvur, og svarið var, at feløgini høvdu boðað frá, at tað var so langt frá, at fakfeløgini vildu fara niður um kr. 8,00 yvir tvey ár.
Tað skal tí gerast greitt, at einki umboð fyri fakfeløgini hevur sagt ella meldað út, at fakfeløgini vildu góðtaka kr. 4,00 í ár og aftur kr. 4,00 komandi ár.
Hvat endamál FAG hevur við at koma við skeivum tíðindum hava vit ilt við at skilja, men hetta er so enn eit dømi um, at tíðindini á heimassíðuni hjá FAG eru ikki eftirfarandi.